U18-menn: Smálutir avgjørdu

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Dysturin byrjaði við høgari leikferð, og tað komu nógv mál í báðum endum. Føroyar vóru á odda 8-7 eftir 8 minuttir, men vóru tað sviar, sum fyri tað mesta vóru omaná við einum ella tveimum málum ígjøgnum hálvleikin. Føroyar spældu gott 7 móti 6 spæl við Boasi á Skipagøtu á odda, meðan sviar dúvaðu meira uppá langskot. Føroyar fyri yvir til at verja 5-1 um miðjan hálvleik, og hepnaðist hetta eisini væl í mun til at steðga skotsterku sviunum. Sviar vóru tó omaná og fóru liðini til hálvleiks við 17-16 til sviar.

Føroyar fingu eina flúgvandi byrja uppá seinna hálvleik og komu fram um 22-20. Jóan Petur Mortensen var eyðsýndur hesa løtuna á høgra vongi og fekk fýra skjót mál. Tvær føroyskar villur á rað loyvdi tó svium skjótt innaftur í dystin og gekk javnt á næstu løtuna. Føroyska 7 móti 6 spælið hevði riggað væl, men gjørdist okkara alt meira leitandi í spælinum. Nakrar tekniskar villur og brend skot, og so vóru tað sviar, sum vóru omaná seinastu løtuna. Okkara runnu aftaná seinastu løtuna og var tað bert óhepni og smálutir, sum gjørdi at tað ikki rakk til í minsta lagi ein javnleik. Svøríki vann 35-34.

Eftir dystin var Boas á Skipagøtu kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Boas spældi ein framúr dyst í føroyska álopinum og gjørdi 16 mál, harav tey 9 vóru uppá brotskast. Ósigurin merkir, at Føroyar skulu spæla um plássini 15. pláss í EM-endaspælinum. Hesin dysturin verður sunnudagin móti antin Serbia ella Póllandi. 15. plássið í kappingini gevur beinleiðis atgongd til U19 HM-endaspælið í 2027.

Dystargongdin: Føroyar – Svøríki:
5 min. 5-6
10 min. 9-7
15 min. 10-11
20 min. 11-13
25 min. 15-16
30 min. 16-17
35 min. 21-20
40 min. 23-23
45 min. 25-25
50 min. 26-28
55 min. 29-31
60 min. 34-35

Málskjúttar hjá Føroyum:
Boas Ellefsen á Skipagøtu 16 (9)
Jóan Petur Mortensen 5
Teitur Bogason 4
Gabriel Skeel Árnason 3
Brandur Debes Dánialsson 2
Jónas Fossabrúgv 1
Axel Holm Simonsen 1
Teitur Poulsen Hellisdal 1 (1)
Mortan Eyðunarson 1

Málverjar:
Micah Wardum Ragnarsson, 55 min., 12 bjargingar, 28%
Jákup Arngrímsson Müller, 5 min. 1 bjarging 33%

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum. Dysturin byrjaði við høgari leikferð, og tað komu nógv mál í báðum endum. Føroyar vóru á odda 8-7 eftir 8 minuttir, men vóru tað sviar, sum […]

U18-menn: Runnu aftaná allan dystin

6. august 2026

Føroyar vóru leingi um at fáa glið á og runnu aftaná Norðurmakedonia allan dystin. Hóast spælið ikki var hart, so var dysturin merktur av nógvum útvísingum,16 í tali, og reyðum kortum, 4 í tali, og gjørdi hetta eisini at rútma ongantíð kom í dystin. Norðurmakedonia vann 34-32, eftir at teir vóru á odda 18-13 í […]

U18-menn: Góvu Danmark skarpan gang

4. august 2026

Føroyar kempaðu við øllum og bardust veruliga fyri fjórðingsfinaluplássinum móti Danmark í dag. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnar, men Danmark sýndi styrki og vunnu 32-27, eftir at teir vóru frammanfyri 16-13 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni