U19-kvinnur: Endaðu nr. 20

U19 EM-endaspælið er av, og Føroyar endaðu nr. 20 av 24 liðum. Føroyar runnu aftaná tað mesta av dystinum móti Slovenia í dag og taptu 31-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-13 til Slovenia.

Føroysku kvinnurnar skuldu brúka fyrstu 5 minuttirnar at vakna og komu afturum 0-4. Tað gekk strilti at fáa bukt við vælvaksnu 6-0 verjuna hjá Slovenia, men kom so líðandi glið á og okkara komu inn í dystin. Føroyar spældu 7 móti 6 ein stóran part av fyrra hálvleiki og hepnaðist betri við at koma uppá kant tær løturnar. Føroyar runnu tó aftaná allan fyrra hálvleik og máttu stíðast meira fyri málini. Slovenia vóru frammanfyri 15-13 í hálvleikinum.

Meira ferð var á føroyska spælinum í seinna hálvleiki og komu okkara fram um 17-16 eftir 36 minuttir. Føroyska liðið spældi væl hesa løtuna. Hetta var tó einastu ferð at okkara vóru frammanfyri í dystinum. Dysturin var tættur til 10 minuttir restaðu, tá tað veruliga skrædnaði. Føroyar skoraðu ikki seinastu 10 minuttirnar og fór støðan frá 23-24 til endaliga úrslitini 23-31.

Eftir dystin var Silja Geirsdóttir Eystberg kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Silja var ein støðug skothóttam ígjøgnum dystin og var føroyskur toppskjútti við 8 málum.

Føroyar gjørdist við hesum nummar 20 av 24 liðum í EM-endaspælinum eftir 2 sigrar og 6 tap. Hetta var samstundis seinasti altjóða skrásetti ungdómslandsdystur hjá hesum landsliðnum, tá tær ikki rukku HM-endaspælið næsta summar.

Dystargongdin Føroyar – Slovenia:
5 min. 0-4
10 min. 6-6
15 min. 9-10
20 min. 11-12
25 min. 11-13
30 min. 13-15
35 min. 15-16
40 min. 18-19
45 min. 20-23
50 min. 23-24
55 min. 23-26
60 min. 31-23

Málskjúttar hjá Føroyum:
Silja Geirsdóttir Eystberg 8
Rakul Borgarlíð Joensen 5
Mira Bendix Laursen 2
Joan Johannesen 1
Karin Fossabrúgv 1
Ró Reginsdóttir 1
Rakul Christiansen 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Marta Højgaard 1
Agatha Djurhuus 1
Marjun Jansdóttir 1

Málverjar:
Gylta á Neystabø 21 %
Anita Dahl 10 %

Faxe Kondi kappingin til 2030

20. mai 2026

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Ein loysn frá Sendistovuni