U19-kvinnur: Framúr avrik móti Hollandi

Føroysku U19-kvinnurnar leiktu ein framúr dyst móti Hollandi og vunnu heili 29-22, eftir hálvleiksstøðuna 17-8.

Hóast Holland er verandi heimsmeistari í kvinnuhondbólti, so løgdu føroysku U19-kvinnurnar líka í og vundu burturúr teirra U19-kvinnum við heili 7 málum í dystinum um fyrsta plássið í bólkinum.

Grundalagið undir sigrinum var lagt í fyrra hálvleiki, sum var nærum perfekt leiktur. Tað sást, at venjarar og leikarar høvdu lisið uppá og fyrireikað seg væl til dystin. Føroyska 5-1 verjan tók púrasta pippið frá hollendsku leikarunum og hartil hálaði Rakul Wardum eina stórbjarging fyri og aðra eftir fram í málinum.

Føroyska liðið byrjaði dystin við at spæla við 7 móti 6 í álopinum og riggaði hetta væl fyrstu løtuna. Spælið var róligt og kontrollerað, væl stýrt av Janu Mittún, og komu okkara til góðar málmøguleikar nærum hvørja ferð. Hartil var Brynhild Pálsdóttir sera eyðsýnd og trygg á høgra vongi og skoraði hvørja ferð, hon fekk møguleikan.

Við einari krútsterkari verju, har Holland aldrin fann nakra munagóða loysn, økti okkara bara um leiðsluna. Fyrri hálvleikur er nakað av tí besta, vit hava sæð í føroyskum ungdómshondbólti á kvinnusíðuni.

Hollendska liðið royndi at seta meira ferð á dystin í seinna hálvleiki, men føroyska verjan og málverjin stóðu enn stinn og munaði hetta lítið. Føroyska liðið spældi skilagott og ráddi bara um at taka tað róligt og koyra sigurin heim. Holland royndi seg við tveimum mansverjum, men kláraðu okkara ferð eftir ferð at vinna ein-móti ein dystirnar og komu til góðar málmøguleikar.

Eitt framúr avrik og merkir hetta, at Føroyar skal spæla hálvfinalu móti Póllandi komandi leygardag kl. 19.00. Pólland endaði nummar tvey í hinum bólkinum við teirra javnleiki móti Íslandi í dag. Dysturin kann stroymast á ehftv.com

Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Jana Mittún. Jana var eisini føroysku toppskjútti við 10 málum og stýrdi føroyska álopsspælinum til UG.

Úrslit og støður síggjast her:
https://www.eurohandball.com/en/competitions/national-team-competitions/women/w19-ehf-championship-2021/lQGMLmk6t1rshhepJd5MLg/mkd-women-s-19-ehf-championship/

Dystargongdin:
5 min. 1-2
10 min. 4-3
15 min. 7-4
20 min. 12-6
25 min. 14-6
30 min. 17-8
35 min. 20-10
40 min. 21-11
45 min. 23-13
50 min. 26-17
55 min. 28-20
60 min. 29-22

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 10
Brynhild Pálsdóttir 7
Vár Bentsdóttir Zachariasen 3
Elsa Egholm 2
Lea Símunardóttir Lisberg 2
Lív Bentsdóttir Zachariassen 2
Natasja Hammer 1
Sára Jacobsen 1
Frida Holm Jacobsen 1

Endaðu nr. 17 í HM

10. desember 2025

HM-endaspælið er av fyri Føroyar, og er tað greitt, at kvinnulandsliðið endar sum nummar 17 av teimum 32 luttakandi londunum.

EM-liðið úttikið

9. desember 2025

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í januar, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki.

Grannarnir stinnari

6. desember 2025

Ísland hevði meira krút eftir í seinasta dystinum í HM-endaspælinum. Ísland vann 33-30, eftir hálvleiksstøðuna 16-14 til Ísland.

Ein loysn frá Sendistovuni