U19-kvinnur: Sigur í nervadysti

Eftir ein misjavnan fyrra hálvleik, har okkara vóru aftanfyri 21-14, vunnu Føroyar 39-38 á Litava eftir brotskastkapping. Føroyar tóku sær veruliga um reiggj í seinna hálvleiki og endaði vanligi dysturin 32-32, hareftir farið varð beint til brotskastkapping.

Dysturin byrjaði heldur rótut, og gjørdu bæði liðini heldur nógvar feilir. Føroyar vóru tó omaná fram til miðjan fyrra hálvleik, hareftir okkara veruliga mistu takið á dystinum. Einki riggaði og Litava rann avstað og vóru frammanfyri heili 21-14 í hálvleikinum. Munurin sýntist annars ikki at vera stórur á liðunum, men tørvaðu okkara at hugsavna seg og fáa glið á spælið aftur. Hálvleikurin kom kærkomin.

Føroyar vóru sum hamskiftar frá byrjan í seinna hálvleiki og høvdu etið litavisku leiðsluna upp eftir 15 minuttir. Okkara náddu enntá at koma fram um 29-26, tá 10 minuttir restaðu. Litava svaraðu aftur seinastu løtuna, og lá dysturin og ridlaði seinastu løtuna. Agatha Djurhuus, sum spældi ein góða dyst á strikuni, javnaði til 32-32 í seinasta minuttinum, og noyddust liðini sostatt út í brotskastkapping. Her skuldu heili 13 skot til áðrenn avgerðin fall. Litava brendi tvey og Føroyar eitt. Føroyar vunnu 39-38.

Eftir dystin var Rakul Borgarlíð Joensen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Rakul var eisini toppskjútti hjá Føroyum við 13 málum. Rakul hevði góða timing í dag, kom væl ígjøgnum á uttaru síðuni av bakkinum, hartil var hon trygg við brotskøstunum. Føroyar hava nú tryggjað sær at enda í minsta lagi millum 20 tey bestu í EM-endaspælinum. Í morgin kl. 13.30 møta Føroyar Niðurlondum. Vinna okkara tann dystin, skulu okkara spæla um 17. pláss í EM-endaspælinum sunnudagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Føroyar – Litava:
5 min. 2-2
10 min. 6-5
15 min. 8-8
20 min. 10-11
25 min. 11-16
30 min. 14-21
35 min. 17-23
40 min. 21-25
45 min. 24-26
50 min. 28-26
55 min. 31-30
60 min. 32-32
Eftir brotskøst 39-38

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 13
Agatha Djurhuus 5
Sára Berg á Lag 5
Silja Eystberg 4 2
Joan Johannesen 3
Ró Reginsdóttir 3
Marta Højgaard 2
Elida Joensen 2
Katrin Hansen 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1

Málverjar:
Gylta á Neystabø 27%

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Gott útgangsstøði

14. mai 2026

Føroyar standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna røkk-støkk dystin um at koma til HM. Føroyar spældu ein taktiskan dyst móti Bosnia-Hersigovina, stýrdu leikferðini og vunnu dystin í verjuni. Pauli Jacobsen stóð ein rimmar dyst í málinum við 18 bjargingum og Føroyar vunnu 24-22, eftir 12-10 til okkara í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni