U19-menn: Søktu tunesar í seinna hálvleiki

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, gjørdu Føroyar bart við góðum 7 móti 6 spæli í seinna hálvleiki og vunnu dystin móti Tunesia um 19. plássið í HM-endaspælinum. Úrslitið gjørdist 32-28, eftir at Tunesia var á odda 13-12 í hálvleikinum.

Tað var Tunesia, sum hevði munin fyrstu løtuna. Teir høvdu kropsliga munin og royndu seg við góðum skotum útifrá. Føroyar komu tó spakuliga inn í dystin, og eftir at hava brent nøkur skot at byrja við, fingu okkara hol á. Verjan stóð eisini betri saman við einum vælleikandi Inga Johannesen í málinum. Ingi hevði ein góðan dag í dag og tók 41% av skotunum. Tað var eitt skot fyri bógvin, tá Lýðar í Dímun var óheppin og rakti ein tunesara í andliti og fekk reytt kort, hetta eftir 22 minuttir. Liðini skiftust um at hava leiðsluna fram til hálvleiks, tá Tunesia var frammanfyri 13-12.

Føroysku venjararnir høvdu goymt eitt sindur av taktiskum snildum til seinna hálvleik. Ávísar broytingar vóru gjørdar í bakketuni og fóru okkara eisini yvir til at spæla 7 móti 6. Hetta hepnaðist væl og vunnu okkara leiðsluna aftur. Tað var serliga um miðjan hálvleik, at okkara drógu frá og tryggjaðu dystin, áðrenn tunesar minkaðu nakað um munin beint fyri dystarlok. Úrslitið gjørdist 32-28. Jákup Egholm var kosin besti leikari í dystinum. Jákup spældi ein framúr dystin í dag við 10 málum. Hann skoraði uppá øll síni 3 brotskøst, gjørdi mál úr horninum og fekk eisini nøkur skjótálop, sum hann setti trygt í netið

Føroyar endaðu við sigrinum í dag á 19. plássið av teimum 32 luttakandi londunum í HM-endaspælinum. Føroyar vóru í einum sterkum innleiðandi bólki, saman við Slovenia og Týsklandi, men hava tó samanlagt vunnið tríggjar dystir, spælt tveir javnar og tapt tveir. Tað er eisini nevnivert, at Føroyar eru einasta landið, sum hevur tikið stig frá Týsklandi, sum nú eru í finaluni. Samanlagt eitt góðkent avrik.

Dystargongdin Føroyar – Tunesia:
5 min. 2-3
10 min. 4-6
15 min. 9-8
20 min. 10-9
25 min. 11-11
30 min. 12-13
35 min. 17-16
40 min. 20-20
45 min. 24-20
50 min. 29-22
55 min. 29-26
60 min. 32-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 10 (3)
Magnus Árason 4
Pauli Rasmussen 4
Fríði í Innistovu 4
Rúnar Hammer 3
Haraldur Karlsson 2
Filip Haldansen 2
Helgi Haldórsson 1
Jón Midjord 1
Lýðar í Dímun 1

Málverjar:
Ingi Johannesen 13 bjargingar, 41%
Bjarni Gunnarsson Jacobsen 2 bjargingar, 22%

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni