U19-menn: Tepurt tap

Pólland var millum sterkaru liðini í kappingini og høvdu teir eisini munin mót Føroyum í morgun. Okkara runnu aftaná so at siga allan dystin, og vunnu póllendingar 22-20, eftir hálvleiksstøðuna 11-9.

Tað vóru póllendingar, sum settu seg á dystin fyrstu løtuna. Føroyar stríddust við at koma til kjansir og máttu skifta til 7 móti 6 í álopinum. Okkara komu eisini spakuliga inn í dystin og var støðan 8-8 stutt fyri hálvleik, men vóru tað póllendingar sum høvdu tann størra neyvleikin í fyrra hálvleiki, sum endaði 11-9.

Okkara stríddust í seinna hálvleiki, men funnu ongantíð veruliga rútmuna. Póllendingar øktu um leiðsluna fyrstu løtuna, har okkara brendu ov nógvar málmøguleikar og gjørdu ov nógvar villur Føroyar runnu okkara aftaná. Tann gjørdist ov stórur munur hjá okkara at vinna aftur, og hóast okkara gjørdu eitt gott hál seinastu 10 minuttirnar, so vóru tað póllendingar, sum vunnu 22-20.

Seinasti dysturin hjá Føroyum verður móti gestaliðnum í kappingini, Egyptalandi. Dysturin byrjar kl. 12.15. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Pólland – Føroyar:
5 min. 3-2
10 min. 5-3
15 min. 8-6
20 min. 11-9
25 min. 14-11
30 min. 17-13
35 min. 20-17
40 min. 22-20

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lýðar í Dímun 5
Brandur Hansen 3
Jón Midjord 2
Jákup Egholm 2(1)
Fríði í Innistovu 2
Magnus Árason 2
Rúnar Hammer 2
Hanus Gunnarsson 1
Haraldur Karlsson 1

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni