Hóast aftanfyri, so at siga allan dystin, góvu okkara aldrin upp, og við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu á odda hálaðu okkara finalusigurin heim móti Hvítarusslandi, 31-30.
Føroysku leikararnir sungu tjóðsangin hart og av heilum hjarta undan dystinum. Tað sást á leikarunum, at hesin dysturin hevði stóran týdning. Føroyska liðið byrjaði dystin væl. Hvítarussar vóru stórir og sterkir kropsliga og lógu frammi við trimum leikarum at byrja við, heilt framm í okkara bakkum. Hetta nervaði tó ikki okkara álop, og við flytføru bakknum hjá okkum, komu føroyingarnar til góðar málmøguleikar so at siga hvørja ferð. Trupulleikin í fyrra hálvleiki var tó, at ov nógvir møguleikar vóru brendir, 5 ferðir raktu okkara træverki og hartil hevði teirra málverji einstakar bjargingar. Føroyska liðið byrjaði við at dekka við skeivari 5-1 verju fyri at verja fyri stóra og sterka skjúttanum á vinstra bakkin hjá hvítarussum, men hetta eydnaði ikki heilt so væl og var órógv í verjuni og fekk verjan ikki rættiliga fatur í fyrra hálvleiki. Liðini fóru til hálvleiks við 18-16 til Hvítarussland.
Føroyska liðið byrjaði seinna hálvleik væl, verjan stóð betri í 6-0 nú og Elias var flúgvandi í álopinum. Okkara komu uppá javnt eftir 33 minuttir. Hóast dysturin lá til okkara nú, vóru aftur fleiri stórir málmøguleikar brendir og hevði Elias eina lakari periodu um miðjan seinna hálvleik, har tingini ikki rættiliga riggaðu fyri hann og liðið. Føroyska liðið kom afturum 22-25 áðrenn okkara táttaðu í aftur. Dysturin var merktur at nógvum støðgum, har gólvi skuldi turkast og var møði møguliga at hóma á báðum liðum. Føroyska liðið gravaði tó nakrar eyka kreftir fram seinastu 10 minuttirnar. Pauli Jacobsen tók veruliga fatur í málinum og hevði fleiri góðar bjargingar, meðan Elias aftur fann stevið í álopinum. Dysturin lá og ridlaði og var spælið til tíðir nervøst, men komu Føroyar fram um fyri fyrstu ferð í dystinum eftir 57 minuttir. Hvítarussar høvdu ikki meira at geva og tók Pauli Jacobsen seinasta pippið av teimum og okkara komu fram um 31-29, áðrenn hvítarussar minkaðu í seinastu sekundunum.
Dagsins leikarin fyri Føroyar var kosin Elias Ellefsen á Skipagøtu. Elias hevur gingið á odda á føroyska liðnum ígjøgnum alla kappingina og verið toppskjútti allar dystirnar. Hóast sterkir hvítarussar í verjuni, gav hann aldrin upp. Ikki alt riggaði hjá honum um miðjan seinna hálvleik, men var hann ótroyttiligur og avgjørdi dystin seinastu 10 minuttirnar saman við Paula í málinum
Føroyska liðið hevur nú vunnið EHF Championship kappingina og rykkir hervið upp í A-endaspælið til U20 EM, sum verður næsta summar. Kappingin verður leikt í tíðarskeiðnum 7. – 17. juli. Ikki er avgjørt enn hvar kappingin skal leikast. Lond kunnu bjóða seg fram, fram til 25. august.
Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
http://varna2021ehf.com/
ella her.
M19 EHF Championship 2021 (eurohandball.com)
Dystargongdin:
Føroyar – Hvítarussland
5 min. 2-4
10 min. 5-6
15 min. 8-10
20 min. 12-13
25 min. 14-15
30 min. 16-18
35 min. 21-22
40 min. 22-25
45 min. 24-25
50 min. 26-26
55 min. 28-28
60 min. 31-30
Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13
Hákun West av Teigum 5
Viktor Nørlyng Gaini 4
Pauli Mittún 4
Janus Dam Djurhuus 3
Baldur Gillason 1
Óli Mittún 1