U20-kvinnur: Endaðu við sigri

Føroyar vunnu ein góðan og greiðan sigur í seinasta dystinum í HM-endaspælinum í Kina. Føroyar vunnu greitt, 40-23, móti Algeria, eftir at okkara vóru frammanfyri 23-15 í hálvleikinum.

Føroyar byrjaðu væl í álopinum og skoraðu í hvørjum nærum álopi. Tað gekk væl at koma ígjøgnum ein móti einari og var eisini nógv pláss á vengrunum, har Joan Johannesen og Asta Sofía Hansen skoraðu væl. Føroyska verjan haltaði eitt sindur at byrja við, og var tað serliga ein leikari hjá Algeria, sum skeyt nógv mál, nr. 27 Berkani, sum skeyt hart og væl útifrá. Hon gjørdi 8 mál í fyrra hálvleiki. Tað vóru tó okkara, sum komu lættari til málini og øktist leiðslan so líðandi, og vóru Føroyar frammanfyri 23-15 í hálvleikinum.

Føroyar skiftu nógv út í seinna hálvleiki, tó uttan at hetta nervaði spælið nakað merkisvert. Tað gekk væl at skjóta mál og vitnar langi toppskjúttalistin eisini um hetta. Har skarðaði Rakul Borgarlíð Joensen tó burturúr í dag við at gera 10 mál. Gylta á Neystabø hevði eisini fitt av bjargingum í føroyska málinum í seinna hálvleiki. Hóast Algeria hevði líkinda álopsspæl, so var verjan einki at reypa av og øktist leiðslan sum dysturin leið og Føroyar vunnu 40-23. Eftir dystin var Joan Johannsen kosin besti leikari í dystinum í dag. Joan gjørdi fleiri góð mál á høgra vongi og hartil fleiri uppá skjótálop.

Dysturin í dag var hin seinasti ungdómslandsdysturin hjá hesum leikarunum, og eru tær nú at rokna vaksnar í landsliðshøpi. Føroyar blivu við sigrinum í dag nummar 23 av teimum 32 luttakandi londunum í HM-endaspælinum í Kina. Tað blivu til tríggjar sigrar og fýra tap í kappingini, og má tað úrslitið metast at vera nøktandi, har sigurin á Kroatia helst var hin søtasti.

Dystargongdin Algeria – Føroyar:
5 min. 3-4
10 min. 6-8
15 min. 8-12
20 min. 11-16
25 min. 13-20
30 min. 15-23
35 min. 17-25
40 min. 18-28
45 min. 18-31
50 min. 21-33
55 min. 22-35
60 min. 23-40

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 10 (3)
Joan Johannesen 7
Asta Sofía Finsdóttir Hansen 5
Silja Geirsdóttir Eystberg 3 (1)
Agatha Djurhuus 3
Arnfríð Joensen 3
Lív Rouch Ísfeld 2
Rakul Christiansen 2
Mira Bendix Laursen 2
Eivør í Stórustovu 1
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbærk 1
Marjun Jansdóttir 1

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø 32 min. 9 bjargingar, 56%
Maria Beder 28 min. 2 bjargingar, 12%

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni