Føroysku U20-menninir vóru fyri teprum 28-27 tapið fyri Slovenia í dag. Føroyska liðið leikti uttan Elias á Skipagøtu, sum er darvaður av knæskaða.
Í gjár eydnaðist Føroyum at knógva dønum í fyrsta dystinum í bólki B í EM-endaspælinum fyri U20-landsliðnum, sum í hesum døgum er í Portugal.
Í dag var aftur bert eitt mál á muni, tá ungu føroysku menninir spældu. Hesuferð var mótsstøðuliðið Slovenia. Slovner vunnu, tá U20 var seinast – fyri fýra árum síðani – og hóast hetta eru heilt aðrir árgangir, og hóast Slovenia tapti greitt fyri Ungarn í gjár, so var greitt, at talan var um sterka mótstøðu. Tað var eisini greitt, at slovenar høvdu fyrireika seg væl og spældi millum annað meira fysiskt í verjupartinum enn danir. Men hóast Slovenia var á odda við trimum málum í hálvleikinum, og Føroyar spældi uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, so var spenningur í til so at siga seinasta bríksl.
Elias hevur havt nakað av trupulleika við høgra knæið fyrr í ár, og eftir dystin í gjár var tað hovnað. Yngri beiggin tók við í tíðarskeiðum og skoraði fimm mál, systkinabørnini – Mittún-brøðurnir, fimm hvør og Hákun West av Teigum gjørdist føroyskur toppskjútti við seks málum. Men tað var samanlagt truplari at skora av vonginum enn í gjár. Slovensku málverjarnir høvdu í løtum gott tak á har, og hóast frálíkt føroyskt spæl til tíðir so tyktist inn ímillum at vera eitt sindur tungt at koma til upplagdar málmøgular móti einari verju, ið spældi hart og við stórari hugsavnan.
Sum dysturin leið, sá møðin út til at seta nakað inn hjá millum annað einum annars vælleikandi Paula Mittún, ið annan dagin á rað spældi allar minuttirnar í bæði verju og álopi. Men hann gekk tó á odda, tá Føroyar komu heilt afturíaftur. Verjuparturin eydnaðist ikki væl í fyrra hálvleiki, tá átjan mál komu ígjøgnum, men eftir steðgin var nógv betri. Føroysku leikararnir møttu teimum slovensku betri, og Pauli Jacobsen hevði nógvar góðar bjargingar.
Bert tíggju mál fóru inn í seinna hálvleiki, og Føroyar vóru ofta niðri á minus 1. Tað var eisini 25-25 seint í dystinum, men eins og fyrr í hálvleikinum kostaði misnýttir møguleikar dýrt. Eisini var tað ein útvísing til Hákun West av Teigum í 26. minutti, ið tykist ógvuliga hart dømd.
Hægst styrkismetta liðið í bólkinum megnaði at vinna við einum máli á Føroyum, ið aftur vísti stórt áræði og góðan stríðsvilja, umframt flott hondbóltsspæl. Møguleikin hjá Føroyum at koma víðari úr EM-bólkaspælinum liggur tó heilt hjá Føroyum: Ein sigur á Ungarn sunnudagin er allarhelst nóg mikið, og tá verður Elias Ellefsen á Skipagøtu vónandi við.
Dystargongdin:
5 min 3-3
10 min: 4-4
15 min: 7-9
20 min: 8-12
25 min: 12-16
35 min: 17-19
40 min: 19-20
45 min: 20-22
50 min: 22-24
55 min: 24-25
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 6 (1)
Óli Mittún 5
Pauli Mittún 5
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Baldur Gillason 3
Sveinur Olafsson 2
Janus Dan Djurhuus 1
Viktor Nørlyng Gaini 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen: 18/46 = 39 prosent
Danmark vann í dag við trimum málum á Ungarn og hava øll fýra liðini í bólkinum tískil 2 stig og er støðan víðopin undan seinasta umfarið.
Sunnudagin spæla Ungarn og Føroyar klokkan 12, og Danmark og Slovenia klokkan 14.30. Um Føroyar vinna eru vit millum átta tey fremstu liðini í kappingini, og skulu spæla í ovara millumspælinum.