U21-menn: Góð HM-byrjan

Føroysku U21-mennirnir hava fingið eina góða byrjan uppá HM-endaspælið í Póllandi. Við einum vælleikandi Óla Mittún á odda, vunnu okkara 33-28, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 16-15 í hálvleikinum.

Fyrri hálvleikur gekk javnt á, og var tað sum væntað Óli Mittún, sum gekk undan í føroyska álopinum. Óli gjørdi 10 av teimum 16 føroysku málunum í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið byrjaði við 7 móti 6 í álopinum og eydnaðist føroyska spælið sum heild væl. Føroyska liðið kom til góðar málmøguleikar, men vantaði nakað av neyvleika í skotunum. Føroyska verjan ernaðist eisini so líðandi móti kropssterku norðurmakendonunum, saman við Torsteini Sivertsen, sum kom inn í føroyska málið, eftir at Sasha Lacok ikki rættiliga fekk fatur frá byrjan. Liðini skiftist um at hava leiðsluna, og vóru tað okkara, sum vóru omaná við hálvleik,16-15.

Føroyar fingu eina góða byrjan uppá seinna hálvleik og øktu um leiðsluna. Okkara megnaðu tó ikki at rista norðurmakedonar heilt av, og var dysturin ikki veruliga avgjørdur fyrr enn seinastu 5 minuttirnarnar fyri leiklok. Óli Mittún gekk enn undan og helt Torstein Sivertsen áfram við at standa væl í málinum. Óla Jákup Gaard Olsen, sum kom inn á høgra vong í fyrra hálvleiki hevði eisini ein góðan dag og gjørdi 5 mál uppá 6 royndir. Føroyar vunnu at enda 33-28 móti Norðurmakedonia, sum gjørdist nr. 9 til seinasta EM-endaspæl í 2024.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin besti leikari í dystinum. Óli var ein áhaldandi hóttan og gjørdi heili 15 mál uppá 18 royndir.

Næsti dystur hjá Føroyum er í morgin kl. 10.45, føroyska tíð, móti Ísland, sum gjørdust nummar 7 í EM-endaspælinum í 2024. Ísland taptu heldur óvæntað í dag móti Rumenia, 29-25. Dysturin kann stroymast á youtube síðuni hjá IHF, “IHF Competitions”.

Dystargongdin Norðurmakedonia – Føroyar:
5 min. 2-3
10 min. 5-6
15 min. 8-8
20 min. 10-11
25 min. 13-13
30 min. 15-16
35 min. 15-18
40 min. 19-21
45 min. 20-23
50 min. 24-27
55 min. 27-30
60 min. 28-33

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 15
Óla Jákup Gaard Olsen 6
Rókur Ziskason 4
Ísak Vedelsbøl 4
Høgni Heinason 2
Túgvi Hávardsson 1
Høgni Højsted 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 20%
Torstein Sivertsen 37%

Kvinnulandsliðið úttikið

6. februar 2026

Hesar skulu royna at vinna Føroyar til EM-undankappingardystin í 2026. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Portugal í Mars.

Leikaramenning við dreingir U12

4. februar 2026

Í dag hevur Mark Lausen verið og vitjað U12 dreingir í Bylgjuni í Runavík.

Atgongumerki til Føroyar – Portugal

2. februar 2026

Mikudagin 4. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá kvinnum millum Føroyar og Portugal til sølu. Dysturin verður leiktur mikudagin 4. mars Við Tjarnir. Sølan verður á https://tix.fo/fo/vidtjarnir/buyingflow/tickets/632/1473/

Ein loysn frá Sendistovuni