Vunnu eftir brotskastkapping

Tað skuldi brotskastkapping til fyri at avgerða dagsins EM-dyst millum U18-landsliðini hjá Føroyum og Georgia.

Tað var annars ikki líkt til, at tað fór at gerast ein javnur og spennandi dystur, tí føroysku dreingirnir løgdu út sum eitt ódnarveður og eftir lítlari løtu var støðan 7-1 til Føroyar. Sum fráleið kom georgiska liðið betur inn í dystin og tá farið var til hálvleiks var støðan 18-12 til Føroyar.

Føroyingarnir fingu eina stak ringa byrjan í seinna hálvleiki og eftir 10 minuttum hevði Georgia hálað seg upp á javnleik, 19-19, og komu eisini framum við einum máli.

Føroysku dreingirnir fingu tikið í herðatoppin á sær sjálvum og síðstu minuttirnar gjørdist dysturin ógvuliga spennandi. Tá hálvur minuttur restaði í, fingu Føroyar brotskast, sum Elias á Skipagøtu trygt setti í netið til 27-26, men í síðstu sekundunum eydnaðist tað Georgia at javna.

Brotskastkapping
Hákun West av Teigum var fyrsti brotskastskjúttin og hann var ivaleysur. Hinir vóru Elias á Skipagøtu, Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikkelsen og Pauli Mittún, sum eisini allir skoraðu. Ein georgiskur skjútti brendi og harvið vunnu Føroyar.

Sigurin merkir, at Føroyar antin enda sum nummar fimm ella seks í EM-kappingini. Dysturin um tey plássini er í morgin og verður móti vinnaranum av dystinum millum Finnland og Luksemburg.

Málskjúttar:
Elias á Skipagøtu 13
Hákun West av Teigum 6
Dánjal Ragnarsson 6
Julian Kragesteen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Pauli Mittún 2
Heini á Heygum 1

 

 

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni