Vunnu HM-undankappingarbólkin

Føroyar er víðari í HM-undankappingini hjá monnum eftir ein tryggan 26-19 sigur á Lettlandi.

Hóast eina ringa byrjan við greiðum tapi móti Luksemborg, eru Føroyar víðari í HM-undankappingini, eftir sigrar á Italia og Lettlandi.

Tað var greitt undan dystinum í dag, at Føroyar skuldu vinna fyri at koma víðari. Italia hevði fyrr um dagin tryggja sær víðari luttøku við 29-28 sigri á Luksemborg.

Føroyska liðið byrjaði dystin væl og legði seg á odda beinan vegin við nøkrum málum. Leiðslan øktist í leypi av fyrra hálvleiki og fóru liðini til steðgin við støðuni 17-10 til Føroyar.

Seinni hálvleikur byrjaði minni væl og var ein málturkur á beint yvir tíggju minuttir. Verjuspælið var tó framhaldandi gott, og tað varð ongantíð nakar ivi um betra liðið. Lettar vistu eftir úrslitið í fyrra dystinum í dag, at teir skuldu vinna ein sigur á 17 mál fyri at koma víðari, og tað at hetta var órealistiskt merktist sum dysturin leið.

Við sigrinum vunnu Føroyar bólkin á sama stigatali sum Italia. Føroyar vóru tó betri innanhýsis og vunnu harvið fyrsta plássið. Sigurin merkir, at Føroyar koma at møta Sveis ella eitt av teimum 7 niðastu liðunum, sum í løtuni spæla um EM. Talan verður um úti- og heimadyst í viku 11 í mars.

Málskjúttar (mál/skot):
Tróndur Mikkelsen 5/5
Kjartan Johansen 4/4
Filip Jojic 3/6 (2)
Jónas Gunnarson Djurhuus 3/9
Vilhelm Poulsen 3/4 (1)
Leivur Mortensen 2/3
Helgi Hildarson Hoydal 2/3
Peter Krogh 1/2
Hákun West av Teigum 1/2
Pauli Mittún 1/2
Pætur Mikkjalson 1/1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 8/26
Nicholas Satchwell 0/2

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 5-3
15 min: 7-6
20 min: 10-8
25 min: 13-9
30 min: 17-10
35 min: 18-12
40 min: 20-13
45 min: 21-15
50 min: 23-16
55 min: 25-17
60 min: 26-19

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni