Málverjadagur í heystfríðtíðini

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadag mánadagin 14. oktober í hallunum Klaksvík!

Á skránni vera framløgur, undirvísing og teknisk og taktisk venjing saman við øðrum málverjum.
Skeiðið er fyri málverjar í aldursbólkunum U12, U14 og U16.

Tað eru Mladen Mjerimacka, HSF málverjamennari, David Henigman, U18 landsliðsmálverjavenjari og Nicholas Satchwell, føroyskur landsliðsmálverji, sum skipa fyri degnum.

Skeiðið kostar 195 kr., íroknað máltíð, og kann keypast her: Málverjadagur í heystfrítiðini – U12-U16 (atgongumerki.fo)

Luttakararnir skulu sjálvir hava bólt og drekkidunk við.

Málverjadagur í heystfríðtíðini

23. september 2024

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadag mánadagin 14. oktober í hallunum Klaksvík! Á skránni vera framløgur, undirvísing og teknisk og taktisk venjing saman við øðrum málverjum. Skeiðið er fyri málverjar í aldursbólkunum U12, U14 og U16. Tað eru Mladen Mjerimacka, HSF málverjamennari, David Henigman, U18 landsliðsmálverjavenjari og Nicholas Satchwell, føroyskur landsliðsmálverji, sum skipa […]

Agnar og Scott verða U19-venjarar

18. september 2024

U19-landsliðið hjá kvinnum skal til EM-endapælið komandi summar í Montenegro. Tað er nú greitt, at tað verða Agnar Joensen og Scott Harrington, sum koma at standa á odda fyri liðnum.

Venjaraskeið

11. september 2024

Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, er HSF farið undir tilgongd saman við evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, at skipa eina føroyska venjaraútbúgving samsvarandi altjóða krøvunum hjá EHF.

Ein loysn frá Sendistovuni