Agnar og Scott verða U19-venjarar

U19-landsliðið hjá kvinnum skal til EM-endapælið komandi summar í Montenegro. Tað er nú greitt, at tað verða Agnar Joensen og Scott Harrington, sum koma at standa á odda fyri liðnum.

Agnar hevur verið venjari hjá liðnum og er sáttmálin nú longdur. Afturat honum verður Scott Harrington, sum tekur við eftir Inga Olsen. U19-landsliðið skal spæla spæla EM-endaspæl í Montenegro í døgunum 9. – 18. juli 2024.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni