Venjaraskeið

Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, er HSF farið undir tilgongd saman við evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, at skipa eina føroyska venjaraútbúgving samsvarandi altjóða krøvunum hjá EHF.

Venjaraútbúgvingin er skipað í fýra stigum: Stig 1, Stig 2, Stig 3 og EHF Mastercoach. Venjaraskeiðini á stigi 1 og stigi 2 eru skipaði við tveimum skeiðum. Nærri lýsing av hvørjum einstakum stigi kemur seinni.

Fyrsta stigi í venjaraútbúgvingini byrjar í heyst, stig 1.1., har endamálið er at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing, og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi, har børnini trívast og mennast.

Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Tilmelding fer fram á: https://forms.office.com/e/eN5PVwsSSK.

Freistin at melda til er 2. oktober 2024.

Tíðarætlan
Online
Evni: Leikluturin hjá venjaranum og aldurstengd venjing

9. oktober 2024, kl. 17:00 – 21:00
Stað: Skúlin á Fløtum
Evni: Hvussu skapa vit eitt gott umhvørvi

11. november 2024, kl. 17:00 – 21:00
Stað: Høllin á Skála
Evni: Hvussu skipa vit eina góða barnavenjing

6. december 2024, kl. 17:00 – 21:00
Stað: Høllin við Streymin
Evni: Luttakarar hava ábyrgdina av venjing

Aldursmark: 16 ár
Kostnaður: 395,00 kr.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni