Nýggj dystar- og úrslitasíða

HSF hevur í dag hevur fingið nýggja dystar- og úrslitasíðu, sum sæst undir “Kappingar” á heimasíðu okkara.

Talan er eina síðu, sum arbeiðir betri saman við kappingar- og dystarskipanini, sum liggur aftanfyri síðuna, hetta í mun til innanhýsis arbeiði í HSF.

Í mun til útsjónd, so sýnir síðan eitt betri yvirlit og er smidligari at brúka á telefon. Eisini ber eisini til at fara aftur til undanfarin kappingarár. Í løtuni ber tó bert til at fara aftur til kappingarárið 2022/23, sum var árið tá HSF byrjaðu at brúka talgildar dómaraseðlar.

Á forsíðuni ber til at leita eftir dystum í hallum á sama hátt sum áður, men er nú eisini møguleiki fyri at leita øllum dystum hjá einum ávísum felagi í ávísum tíðarskeiði.

Gallaveitslan 2024

17. mai 2024

Komandi leygardag, 18. mai, verður hondbóltsgallaveitslan 2024. Tiltakið í ár verður í Salt á Drelnesi í Suðuroy, har VB skipar fyri. Byrjað verður kl. 18.30.

Lutakastið til European Open 2024

15. mai 2024

Lutakast til European Open hevur verið í morgun, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 1. til 5. juli í Gøteborg.

Dagsatgongumerki til EM

14. mai 2024

Nú fáast dagsatgongumerki til keyps til bólkaspælið í EM-endaspælinum hjá kvinnum, har Føroyar kemur at spæla í Basel.