U18-manslandsliðið er úttikið

Venjararnir, Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson, hava úttikið hesar leikararnar til fyrireikingarkapping í Lübek í Týsklandi í juni og U18 EM-endaspælið í Montenegro í august.

Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS (bert Montenegro)
Torkil S. Debes Dahl, EB (bert Týskland)

Høgri vengur:
Magnus Árason, Ikast FS
William Napoleon Djurhuus, H71

Strikur:
Helgi Jakob Haldorsson, H71
Erling Erlendsson, Kyndil
Jón Eyðunsson Midjord, H71

Bakspælarar:
Filip Haldansen, Vejle IES
Pauli Rasmussen, StÍF
Lýðar í Dímun, Ikast FS
Rúnar Hammer, Bjerrringbro-Silkeborg
Haraldur Karlsson, H71
Fríði Holm í Innistovu, VÍF
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Magnus Rubek Carlsen, H71

Málverjavenjari er David Henigman og liðleiðari Høgni Vilhelmsen.

Fyrireikingarkappingin er Nations Cup, sum verður leikt í sambandi við Handball Days í Lübeck í Týsklandi í døgunum 27. – 30. juni. Her sær skráin hjá Føroyum soleiðis út:
Hósdagin kl. 19.30 Føroyar – MTV Lübeck
Fríggjadagin kl. 17.30 Føroyar – Týskland
Sunnudagin kl. 11.00 Føroyar – Niðurlond
Dystirnir verða stroymdir og eru tíðirnar omanfyri føroyskar.

Til EM-endaspælið í august eru Føroyar komnar í bólk saman við Íslandi, Montenegro og Italia. Føroyar hava møtt Íslandi 4 ferðir í hesum árganginum. Ísland hevur vunnið allar 4 dystirnar, men hevur málmunurin ikki verið stórur. Montenegro hevur ikki spælt nakran altjóða skrásettan dyst við hesum árganginum enn, og tískil fyriliggur eingin meting av hesum liðnum. Italia vann seg til EM-endaspælið við at vinna á Litava og spæla javnleik móti Grikkalandi í undankapping.

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 7. august Ísland – Føroyar
Hósdagin 8. august Føroyar – Montenegro
Leygardagin 10. august Føroyar – Italia

Les meira um kappingina her:
M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com)

Landskappingin komin út

26. juni 2024

Landskappingarnar hjá SMS, Burn, 1. deild og ungdómum, niður til U14, eru nú komnar út og liggja á heimasíðuni hjá HSF.

Stroymið U18-landsdystir

25. juni 2024

Hósdagin fer U18-landsliðið hjá monnum til Týsklands, har liðið fer at fyrireika seg til EM-endaspælið við trimum dystum í Lübeck.

U17-kvinnur skulu til EM2025

24. juni 2024

Tað er nú greitt, at U17-kvinnurnar hjá Føroyum skulu til EM-endaspælið í juli/august 2025 í Montenegro. U17 eru gentur føddar í 2008 og 2009.