Ungdómsfinalurnar

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar.

Øll finaluliðini hjá barna- og ungdómsliðunum eru nú funnin, og klokkutíð er ásett til tær ymsu finalurnar.

H71 er best mannað við nýggju liðum, Neistin hevur fýra, VÍF trý og Kyndil og StÍF tvey hava hvør síni tvey lið.

Hjá teimum vaksnu eru tað H71, Neistin, Kyndil og VÍF, sum kappast um plássini.

Dystarskrá
Leygardagur 15. februar
Kl. 13.30 Kvinnur
Kl. 16.00 Menn
Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71
Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b

Sunnudagur 16. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF
Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b
Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF
Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin
Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF
Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni