53 U8-lið til hondbóltskapping

Um vikuskiftið kappaðust okkara allar yngstu hondbóltsleikarar, tá skipað var fyri U8-kapping í Høllini á Hálsi í Havn. 

Ikki færri er 53 lið úr 13 ymiskum feløgum tóku lut. 27 dreingjalið og 26 gentulið.

Hetta er størsta luttakaratal nakrantíð til eina U8-kapping.

Lagið var gott á børnunum og kappingin spældi væl av.

Seks U8-kappingar eru gjøgnum kappingarárið. Sætta og síðsta kapping kappingarárið 2018/19 verður á Eiði og Skála tann 16. mars.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni