Mark Marcher settur í starv hjá HSF

Mark Lausen-Marcher er settur í starv sum samskipari hjá HSF. Mark kemur serliga at taka sær av ítróttarliga partinum av virkseminum hjá HSF, herundir bæði landsliðsarbeiðinum og breiddarhondbóltinum.

Mark er eitt kent andlit í hondbóltsumhvørvinum í Føroyum, bæði sum fyrrverandi leikari, ungdómsvenjari og ungdómslandsliðsvenjari.

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá starvsnevndini hjá HSF at kunna fara undir eitt meira skipað arbeiði at menna breiddarhondbóltin í Føroyum, harundir í mest møguligan mun at stuðla teimum feløgunum, sum stríðast við at fáa hondbóltin at nørast. Starvsnevndin metir harumframt, at tað er ein fyrimunur, at tað í HSF starvast fleiri fólk, sum hava hondbóltsfakliga vitan og royndir, og sum kunnu ráðgeva starvsnevndini, undirnevndunum og limafeløgunum í HSF í sambandi við, at avgerðir skulu takast viðvíkjandi eitt nú, hvussu kappingarleisturin skal verða í teimum ymisku árgangunum, og hvussu landsliðsarbeiðið hjá HSF skal leggjast til rættis.

Mark L. Marcher hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari, umframt at hann, í sínum starvi sum landsliðsvenjari hjá HSF og ungdómsvenjari í Føroyum tey seinastu fimm árini, hevur nomið sær eina sera víðfevnda vitan um limafeløgini í HSF og føroyskan hondbólt sum heild.

Mark L. Marcher er føddur í 1991 og uppvaksin í Høng á Sjællandi. Mark býr í Hoyvík og heldur saman við unnustuni Eydnu Eivindardóttir Danielsen og saman eiga tey eina dóttur og ein son.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni