Væleydnað workshop fyri kvinnuligar vengur

Í vikuskiftinum skipaði HSF fyri serligari verkstovu fyri kvinnuligar vengur saman við fyrrverandi danska landsliðsleikaranum og OL-vinnaranum Henriette Mikkelsen og Mads Møller, venjara.

Verkstovan var fyri vengur á A-landsliðnum og ungdómslandsliðunum á kvinnusíðuni. Eisini luttóku fleiri venjarar. Talan var um eitt sera gevandi skeið við íblástri til bæði leikarar og venjarar, sum tey kunnu taka við sær heim í feløgini. Tað var serliga hugtakandi at hoyra fleirfaldaða Champions League vinnararan og Olympiskar meistaran seta orð á, hvat skal til fyri at klára seg á hægstu rók og á hvønn hátt tað er serstakt at spæla sum vongur. Talan var bæði um fyrilestur og um praktiska venjing í høllini við áherðslu á tekniska venjing.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni