Skeið við Anju David Greve fysioterapeuti

Hondbólturin í Føroyum er seinastu árini, í størri mun, vorðin ein heilársítróttagrein og við øktu venjingarmongdini er vandin fyri ovbyrðan at akslum eisini størri. Samstundis er týdningurin av styrkisvenjing eisini vaksin í hondbóltinum, um man skal vera við í fremstu røð og er hetta eisini ein økt byrða fyri herðarnar.

-Vit hava seinastu árini sæð eina øking av akslaskaðum millum okkara leikarar og hava serliga yngru leikararnir verið raktir. Tískil gjørdu vit av, at bjóða Anju Greve at halda eina verkstovu um akslar saman við okkara fysioterapeutum og kropsligu venjarum, sigur Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF.

Anja David Greve er fysioterapeutur hjá Odense HC, GOG og er knýtt at danska manslandsliðnum, har hon við góðum úrslitum hevur viðgjørt akslaskaðar. Fleiri føroyskir leikarar hava eisini verið til viðgerðar hjá henni við akslaskaðum. Anja David Greve var útbúgvin fysioterapeut í 2005. Hartil hevur hon hjánám í ítrótti og heilsu á Syddansk Universitet og víðari útbúgving innan ítróttarfysioterapi.

Skeiðið er fyri fysioterapeutar og fysiskar venjarar, sum eru tengd at føroysku hondbóltsfeløgunum og HSF og annars øðrum, sum hava áhuga. Skeiðið er fullteknað og verður í Hoyvíkshøllini fríggja- og leygardagin 23. – 24. okt.

Kyndil føroyameistarar 2026

6. mai 2026

Kvinnurnar hjá Kyndli tryggjaðu sær í kvøld SMS FM-heitið 2026, hetta eftir fjórðu finaluna móti VÍF. Hetta er 10. FM-heitið hjá kyndlakvinnum.

Mánadagin, 4. mai kl. 10.00, koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu

3. mai 2026

Ætlar tú til Katowice í desember 2026 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri kvinnur, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Spodek arena?

Sendistovan nú stórstuðul hjá HSF

29. apríl 2026

Hondbóltssambandið og Sendistovan hava longt stuðlasamstarvið. Sendistovan, sum hevur verið stuðul hjá HSF í góð 10 ár, er nú vorðin stórstuðul.

Ein loysn frá Sendistovuni