Takk Sonni og Dia!

Tað er nú greitt, at dysturin í morgin móti Russlandi er hin seinasti hjá A-landsliðnum hjá monnum við Sonni Larsen, sum høvuðsvenjara, og Dia Midjord, sum hjálparvenjara.

Sáttmálarnir hjá venjaratoyminum ganga út í juni, og verða tað Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, sum taka við.

HSF vil takka venjarunum fyri tíðarskeiðið og tað framúr arbeiðið, sum liggur eftir. Dysturin móti Kekkia í gjár prógvar, hvussu langt liðið hevur flutt seg við tykkum við róðri.

Sonni Denis Vahlgren kom til Føroyar, at vera venjari í H71 í 2016 og var eisini venjari hjá ungdómslandsliðum fyri HSF fyrstu árini. Sonni vann meistaraheitið við monnunum hjá H71 trý ár á rað, í 2017, 2018 og 2019. Sonni var eisini við U21-landsliðnum til HM í Algeria, har Føroya fekk eitt flott 16. pláss av 24 liðum. A-landsliðið hjá monnum er í dag í stóran mun bygt upp kring hesar leikarar.

Sonni tók við sum A-landsliðsvenjari seint í 2017. Sonni hevur ført liðið ígjøgnum tvær HM-undankappingar og tvær EM-undankappingar. Fyrst við Jeppe Borch sum hjálparvenjara og síðani Dia Midjord. Merkisverd úrslit kunnu nevnast sum javnleikurin móti Montenegro í EM20-undankappingini, sigurin í HM21-undankappingini móti Luksemborg og nú heimasigurin móti Kekkia í EM22-undankappingini. Eitt eru sigrarnir og stigini, eitt annað er, at vit nú síggja okkara landslið fara inn á vøllin til hvønn dystin við andanum og viljanum at vinna, eisin móti stóru hondbóltstjóðunum.

HSF og alt hondbóltsføroyar vil takka venjartoyminum fyri tíðina og takk Sonni fyri títt stóra íkast til føroyskan hondbólt og bestu eydnu framyvir. Vit síggjast!

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni