Føroyar eru í hálvfinaluni

Við einum sigri á Estlandi, hava U17 hondbóltskvinnurnar hjá Føroyum tryggjað sær víðari atgongd til hálvfinaluna í EHF Championship kappingini, sum er í Georgia í hesum døgum.

Føroyar vunnu sannførandi 37-16 á Estlandi.

Føroyar komu heldur trilvandi frá byrjan, so longu tá ið sjey minuttir vóru leiktir, tók venjarin, Simon Olsen “timeout”. Hetta vísti seg at muna, tí bæði álopsspæl og verja broyttist fullkomiliga, og góð og væl gjøgnumspæld álop vóru at síggja, samstundis sum verjan stóð stinn og fleiri góðar bjargingar vórðu.

Tá farið var til hálvleiks var støðan 18-9 til Føroyar.

Í øðrum hálvleiki var at kalla bara spurningur um, hvussu stórur málmunurin fór at vera, og um føroysku leikararnir fóru at megna at halda stríðsandanum uppi.

Sum annar hálvleikur leið økist málmunurin, og hóast Føroyar brendu í so nógvar fríar møguleikar, var ongantíð nakar ivi um, hvør var tað betra liðið og hvør hevði uppiborið eitt hálvfinalupláss.

Føroyar skulu hitta Ukraina ella Niðurlond í hálvfinaluni, sum dystast um plássið seinnapartin í dag.  Hálvfinalurnar eru í morgin.

Dystargongdin:
Føroyar – Estland
5 min. 1-1
10 min. 5-1
15 min. 9-4
20 min. 12-8
25 min. 16-9
30 min. 18-9
35 min. 20-11
40 min. 24-14
45 min. 26-15
50 min. 30-16
55 min. 33-16
60 min. 37-16

Málskjúttar:
Lukka Arge 9 (6)
Lea Mohr 6
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5
Bjørk Franksdóttir Joensen 5
Marita Fríða Thomsen  3
Poula Fríðheim Petersen 2
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 2
Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe 2
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Karina Debes Heinesen 1
Karin Egholm 1

Lukka Arge varð kosin dagsins leikari.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni