H71-kvinnur aftur evropeiskar dystir

H71-kvinnur eru millum seinastu 16 liðini í European Cup hjá kvinnum. Komandi sunnudag kl. 17.30, føroyska tíð, møta tær serbisku ZRK Naisa Nis á útivølli. Serbiska liðið vann júst hesa kappingina, tá rópt Challenge Cup, í 2007.

 
Seinni dysturin verður í Høllini á Hálsi leygardagin 15. januar kl. 14.00.

Erling inn fyri Ísak

5. november 2026

Erling Erlendsson úr Kyndli er kallaður inn í A-landsliðshópin fyri Ísak Vedelsbøl, sum hevur fingið ein skaða í seinastu venjingini fyri fráferð til Montenegro.

Góð byrjan uppá EM-undankappingina

4. november 2026

Við einum flúgvandi Óla Mittún á odda, vunnu Føroyar ein tryggan 37-30 sigur á Kosovo, eftir at Føroyar vóru á odda 20-13 í hálvleikinum. Ein góð byrjan uppá nýggju EM-undankappingina.

Dystarblusa í triðja liti

4. november 2026

Til komandi HM-endaspøl er krav, at luttakandi londini hava tríggjar ymiskt littar blusur at velja í til dystir. Hondbóltssambandið hevur í hesum sambandið latið framleitt eina nýggja blusu í myrkabláum, saman við einum myrkabláum shortsi, sum eitt triðja sett, til bæði menn og kvinnur.

Ein loysn frá Sendistovuni