U20-menn: Avsmurningur móti Ungarn

Okkara høvdu tað torført í dag móti einum sera sterkum ungarskum liðið, sum vísti onga náði og vann 40-21, eftir 19-8 í hálvleikinum.

Okkara fingu ongantíð veruliga hol á málskjótingina og misnýttu nógvar møguleikar. Sum fráleið gjørdist málmunurin so stórur, at tað tóktiskt vónleyst at koma aftur.

Støðan í hálvleikinum var 19-8, og venjararnir ásannaðu eisini, at hetta var ikki dagurin. Elias á Skipagøtu, sum eigur ein stóran leiklut á liðnum, hevur ein skaða at dragast við, og heldur ikki í dag var hann at síggja á vøllinum.

Fleiri leikarar, sum vit ikki hava sæð so nógv til seinastu dagarnar, fingu møguleikan og millum annað Bjarni í Selvindi úr StÍF gjørdi um seg í seinna hálvleiki.

Tað gjørdist sostatt bara til tann eina sigurin í hesum trimum fyrstu dystinum, og vit komu tískil víðari til næsta umfar í endaspælinum. Kortini er ikki liðugt hjá U20 monnunum, sum eru komnir í B-bólkin, og skulu aftur í eldin týsdagin.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni