Ingi og Agnar venja U06-kvinnur

HSF hevur gjørt avtalu við Inga Olsen og Agnar Joensen um at standa á odda fyri U06-landsliðnum hjá kvinnum næstu tvey árini. Talan er um gentur føddar í 2006 og 2007.

Tað var alment í gjár, at Sonni Larsen ikki heldur fram sum venjari hjá føroysku kvinnu- og U17-landsliðunum, tí hann hevði fingið venjarastarv í Noreg. Í tí sambandi er nýggj avtala gjørd við Inga Olsen um at verða venjari hjá U06-kvinnum. Samstundis er sáttmálin við verandi venjara, Agnar Joensen, longdur. Avtalan er galdandi til á sumri 2025.

Føroysku U17-kvinnurnar skulu spæla EHF Championship kapping í Aserbajan í døgunum 5. – 13. august. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Luksemborg og Grikkalandi.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Ein loysn frá Sendistovuni