Sonni takkar fyri seg

Tað er nú greitt, at Sonni Larsen takkar fyri seg sum venjari hjá kvinnulandsliðnum og U17-landsliðnum. Sonni hevur fingið venjarastarv hjá mansliðnum Viking TIF í Bergen í Noreg.

Kvinnulandsliðið venur saman í hesari vikuni, og er tað fyribils Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, sum saman við Finni Hansson, hjálparvenjara, sum standa fyri liðnum, inntil nýggjur venjari er funnin. Liðið skal spæla venjingardystir móti Finnlandi í viku 14 í apríl.

Sonni hevur verið venjari hjá kvinnulandsliðnum í eitt gott ár og var eisini venjari hjá manslandsliðnum í tíðarskeiðnum 2017-2021.

Sonni viðmerkir til avgerðina, “jeg er brandærgerlig over ikke at kunne gøre opgaverne helt færdige, og forståeligt ønsker HSF at give plads med det samme.” Hondbóltssambandið takkar Sonni fyri tíðina sum venjari og ynskir honum blíðan byr við Viking í Bergen. HSF kemur enn at samstarva við Sonni sum skeiðshaldara í sambandi við venjaraútbúgving í Føroyum, har hann undirvísir í úrvalsvenjaraútbúgvingini.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Ein loysn frá Sendistovuni