Lutakast hjá U17- og U19-kvinnum

U17- og U19-kvinnulandsliðið skulu kappast í spennandi EHF-championship kappingum í summar. Lutakast var í dag til hesar kappingar. Bæði liðini hava fingið ein spennandi bólk, har okkara hava møguleikar. Liðini spæla um at vinna seg víðari til EM og HM.

Lutakastið:

EHF Championship – U17 kvinnur
Baku, Aserbajan, 5.-13. august 2023
Bólkur A: Slovenia, Litava, Georgia, Bosnia-Hersegovina, Aserbajan
Bólkur B: Føroyar, Spania, Luksemborg, Grikkaland

EHF Championship – U19 kvinnur
Klaipeda, Litava, 8.-16. juli 2023
Bólkur A: Spania, Føroyar, Turkaland, Bulgaria
Bólkur B: Slovenia, Estland, Litava, Bosnia-Hersegovina

Ovastu tvey liðini úr bólkunum møtast í hálvfinalum og vinnararnir av hesum dystunum í finaluni.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni