Steypavinnarar 2023

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum, og ongantíð áður hava so nógv fólk vitjað í høllini til finalurnar. Heili 18 finalur blivu leiktar, harav fleiri vóru serstakliga spennandi. Harumframt var eisini frálíka finalutiltakið saman við Eydnudeildini, sum eydnaðist sera væl.


Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, tilsamans 6. Hjá monnum og kvinnum, umframt D18, D16, D12, G10. VÍF hevði eisini eitt gott vikuskifti og vunnu fýra finalur, G14, D14B, G10B og D10. Neistin vann tríggjar finalur, G18, D14 og G12. Fýra feløg vunnu eina finalu í part. Kyndil vann G16, VB vann G14B, Søljan vann G12B, KÍF vann D12B og EB vann D10B.

Steypavinnarar 2023:
Kvinnur: H71 – Kyndil 31-27
Dagsins leikari: Vár Zachariasen

Menn: H71 – KÍF 25-23
Dagsins leikari: Pauli Jacobsen (H71)

G18: Neistin – H71 30-22
Dagsins leikari: Maria Pálsdóttir Nólsoy (Neistin)

D18: H71 – VÍF 40-39
Dagsins leikari: Jákup Egholm (H71)

G16: Kyndil – VÍF 24-20
Dagsins leikari: Gylta á Neystabø (Kyndil)

D16: H71 – Neistin 24-22
Dagsins leikari: Jákup Egholm (H71)

G14: VÍF – Neistin 25-22
Dagsins leikari: Amilia Agnarsdóttir (VÍF)

G14B: VB – H71 b 25-24
Dagsins leikari: Leona Djurhuus (VB)

D14: Neistin – Kyndil 28-21
Dagsins leikari: Rani Johannesen (Neistin)

D14B: VÍF – KÍF 26-20
Dagsins leikari: Tummas Joensen (VÍF)

G12: Neistin – H71 18-14
Dagsins leikari: Sigrid Hansdóttir (Neistin)

G12B: Søljan – H71 c 15-14
Dagsins leikari: Andrea Heinadóttir (Søljan)

D12: H71 – Kyndil 23-18
Dagsins leikari: Jónas Fossabrúgv (H71)

D12B: KÍF – Neistin b 20-15
Dagsins leikari: Ísakur Petursson Olsen (KÍF)

G10: H71 – StÍF 18-14
Dagsins leikari: Hervør Clementsen (H71)

G10B: VÍF c – VB 9-8
Dagsins leikari: Rún Høgnadóttir (VÍF)

D10: VÍF a – Team Klaksvík 14-13
Dagsins leikari: Fríði Høgnesen (VÍF)

D10B: EB – Kyndil c 15-14
Dagsins leikari: Adam Vesturdal Kruse (EB)

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Ein loysn frá Sendistovuni