H71 tvífaldur Faxe Kondi steypavinnari

Bæði kvinnur og menn hjá H71 fóru avstað við finalusigrunum í dag í Faxe Kondi steypakappingini.

Hjá kvinnunum vann H71 31-27 á Kyndli. Í steðginum var H71 á odda 17-12. H71 var á odda 29-21, tá sjey minuttir vóru eftir. Tá gjørdi Kyndil ein lítlan vørr við at minka um munin til 26-29, áðrenn Lukka Arge svaraði aftur fyri H71 við einum brotskastsmáli. Hetta er fjórðu ferð á rað, at H71 vann seg í Faxe Kondi finaluna. H71 vann í 2020 og 2021, so hetta er triðju ferð H71 vinnur Faxe Kondi kappingina.

Hjá kvinnunum var Vár Zachariasen vald til dagsins leikara.

H71 er fjórða árið á rað Faxe Kondi steypavinnari hjá monnum. Hesaferð vann H71 25-23 á KÍF. Í fyrra hálvleiki hevði H71 stutt undan steðginum eina 10-6 leiðslu. Tá eydnaðist KÍF at minka um til 10-11 beint undan steðginum. Liðini fylgdust leingi í seinna hálvleiki. Tá H71 var á odda 22-20 fingu teir tveir leikarar vístar av vøllinum, og tá kom KÍF upp á 22-22, men H71 kom framum 24-23. Pauli Jacobsen bjargaði meistarliga einari roynd frá Vuk Stevanovic við støðuna 24-23, og beint undan dystarendanum sløkti Rói á Skipagøtu seinastu vónirnar hjá kollfirðingum.

Eftir dystin var málverjing hjá H71, Pauli Jacobsen, valdur til dagsins leikara.

Hetta er sjeyndu ferð í søguni, at H71 vinnur steypakappingina hjá monnum.

Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar Við Tjarnir fáast nú til keyps

9. februar 2026

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass fyri serprís.

Frótt er høvur á fullum maga

9. februar 2026

Fyritøkan Mál og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri tey næstu tvey árini. Mál er við hesum millum annað at síggja á brókunum sum landsliðsleikararnir spæla dystir í. Fyritøkan framleiðir m.a. matpakkar og koyrir teir út á skúlar, og er matveitari til fleiri av tiltøkunum sum Hondbóltssambandi Føroya skipar.

Ítróttafagnaður 2025

9. februar 2026

Hjartaliga til lukku tit øll! Vit eru so errin av tykkum øllum. Takk fyri tykkara áhaldni og ótroyttuligu orku til hondbóltin.

Ein loysn frá Sendistovuni