Utskifting í hópinum

Eftir ein framúr dyst móti Rumenia í gjár, har Føroyar vunnu 28-26, gongur leiðin í dag til Bukarest, har seinni dysturin verður leygardagin kl. 15.00.

Tað er greitt eftir dystin í gjárkvøldið, at annar av føroysku málverjunum, Pauli Jacobsen, ikki verður við til seinna dystin. Pauli fekk tveir bóltar í høvdið í dystinum í gjár og føldi hann seg ikki væl eftir dystin. Tað varð mett, at tað ikki var ráðiligt at fara at ferðast og spæla dyst við hesum. Í hansara stað hava landsliðsvenjararnir kallað inn 18-ára gamla Sasha Lacok úr Neistanum. Sasha spældi eitt frálíkt EM-endspæl við U18-landsliðnum í summar og var eisini við U20-landsliðnum til EM.

Eisini avloysir Hallur Arason úr VÍF, Róa Ellefsen á Skipagøtu úr H71. Hetta var partur av upprunaliga ætlanini til dystirnar, at teir skuldi taka hvør sín dyst.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Ein loysn frá Sendistovuni