Knúgvaðu Rumenia 28-26

Við einum framúr fyrra hálvleiki, har støðan var 15-9, løgdu okkara lunnar undir ein framúr 28-26 sigur á Rumenia og eru enn við í dystinum um EM-plássini.

Tað gjørdist spennandi í leypi av seinna hálvleiki og tvær ferðir kom Rumenia uppá javnt, tá rumenar fóru at spæla 7 móti 6. Okkara vóru tó stinnari seinastu minuttirnar og vunnu uppiborið 28-26. Hákun West av Teigum spældi ein framúr dyst og skoraði ellivu mál av høgra vongi.

Liðini møtast aftur komandi leygardag kl. 15.00, føroyska tíð, í rumenska høvuðstaðnum Bukarest. Dysturin verður vístur í Kringvarpinum.

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 11 (1)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5
Óli Mittún 4
Tróndur Mikkelsen 3
Helgi Hildarson Hoydal 2
Leivur Mortensen 2
Teis Horn Rasmussen 1

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 37%
Pauli Jacobsen 30%

Dystargongdin:
5 min. 1-2
10 min. 5-4
15 min. 7-6
20 min. 11-8
25 min. 13-8
30 min. 15-9
35 min. 18-12
40 min. 19-17
45 min. 21-20
50 min. 24-21
55 min. 26-25
60 min. 28-26

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni