Útselt til Føroyar – Ukraina

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.

Sum fráboðað á facebook í gjár, so er Hondbóltssambandið bæði ovfarið og takksamt fyri stóra áhugan at stuðla landsliðnum í kappingini um EM-plássini. Tíverri má staðfestast, at høllin hevur eitt sera avmarkað rúmføri.

Dysturin móti Ukraina verður í Høllini á Hálsi mikudagin 26. apríl kl. 19.00 og er hetta næstseinasti dysturin í hesari EM-undankappingini. Seinasti dysturin er á útivølli móti Eysturríki í býnum Bregenz, sunnudagin 30. apríl.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni