Lakari avrik móti Rumenia

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Føroyska liðið byrjaði annars dystin væl, hóast verjan skinklaði eitt sindur. Nicholas Satchwell hevði eina frálíka byrjan í føroyska málinum við 4 bjargingum fyrstu 5 minuttirnar og vóru Føroyar tá á odda 3-2. Hetta var tó seinastu ferð at okkara vóru á odda í dystinum. Hetta serliga tí at alt ov nógvir málmøguleikar vóru brendir. Hetta var galdandi yvir allan dystin og vóru flestu leikarar á einum skoringsprosenti undir 50. Hetta gjørdi, at talan gjørdist um ein dyst, har rumenia leypandi økti um leiðsluna. Føroyska liðið kom til góðar málmøguleikar, men skotavgreiðslan var ov vánalig. Bert 17 mál blivu tað til og tað tala fyri seg.

Størsti glottin á føroyska liðnum var føroyski málverjin Nicholas Satchwell, sum stóð ein góðan dyst við 17 bjargingum. Eisini komu Aleksandar Lacok og Hallur Arason inn og leiktu sín fyrst A-landsdyst. Føroyska liðið mist Jónas G. Djurhuus eftir 27 minuttir, tí hann fekk ein harðan samanstoyt við ein rumena og hol kom á pannuna og bløddi hann illa.

Talan var sum heild um eitt av lakaru avrikunum hjá okkara monnum í hesari EM-undankappingini, men eru okkara enn við í kappingini um eitt pláss í EM-endapælinum.

Seinastu dystirnir í EM-undankappingini verða 26. og 30. apríl, tá Føroyar møta Ukraina á heimavølli og Eysturríki á útivølli.

Føroysku málini:
Hákun West av Teigum 4
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Theis Horn Rasmussen 2
Leivur Mortensen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Rói Berg Hansen 2
Óli Mittún 1
Helgi H. Hoydal 1
Hallur Arason 1

Málverjar:
Nicholas Satchwell 17 bjargingar

Dystargongdin:
05 min. 2-3
10 min. 6-4
15 min. 8-4
20 min. 11-8
25 min. 13-8
30 min. 14-10
35 min. 15-11
40 min. 19-13
45 min. 22-14
50 min. 23-14
55 min. 23-16
60 min. 25-17

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni