Tveir landsdystir móti Finnlandi

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Kvinnulandsliðið verður í Helsinki í Finnlandi 3. – 6. apríl, har liðið fer at spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi í sambandi við fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

Til undankappingina er Finnland er styrkismett sum nr. 32, meðan Føroyar er styrkismett sum nr. 27.

Fyrri dysturin verður 4. apríl kl. 16.45 og næsti dystur verður 5. apríl kl. 16.00, føroyska tíð. Dystirnir verða stroymdir á handis.tv.

Landsliðsvenjararnir Mark Lausen-Marcher og Finnur Hansson, hava úttikið hesar 16 leikararnir til dystirnar.

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing-Falster Håndbold
Rakul Wardum, Ajax København

Útileikarar:
Guðrið á Borg, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København
Rannvá Olsen, VÍF
Ingibjørg Olsen, ÍBV
Pernille Brandenborg, København Håndbold
Brynja Høj, Neistin
Vár Zachariasen, H71
Elsa Egholm, H71
Lív Zachariasen, H71
Jana Mittún, H71
Natasja Hammer, Haukar
Súna Krossteig Hansen, Ajax København
Sonja Sirdal á Bergi, Stjørnan
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni