Enn við í stríðnum um EM-plássið

Við einum sannførandi 33-26 sigri á Ukraina í Høllini á Hálsi í kvøld, eru Føroyar enn við í kappingini um eitt pláss í EM-endaspælinum.

Føroyska liðið spældi ein sera góðan fyrra hálvleiki og fóru til hálvleiks frammanfyri 17-12. Ukrainar høvdu trupult við at hava tamarhald á Eliasi, Óla og hinum í føroyska álopspæliinum. Føroysku vengirnir vóru Hákun og Leivur vóru tryggir, og í hinum endanum stóð føroyska verjan væl. Tá verjuspælararnir ikki vóru fyri, var Pauli Jacobsen í føroyska málinum tað ofta. Hann stóð ein branddyst við fleiri stórbjargingum.

Í seinna hálvleiki høvdu okkara trupulleikar við at skora í eina løtu, áðrenn tað aftur glapp. Áskoðararnir í Høllini á Hálsi bóru føroysku spælararnar tað seinasta og var sigurin ongantíð í vanda seinastu 15 minuttirnar. Spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða, sum kann gerðast týdningarmikið í mun til spurningin um støðuna í bólkinum og møguliga roknistykkinum, um hvørji lond verða 4 teir teir bestu 3´ararnir í teimum ymsu bólkunum.

Seinasti og avgerandi dysturin hjá Føroyum verður sunnudagin kl. 17.00 í Bregenz móti Eysturríki. Hesin dysturin, saman við úrslitinum av dystinum Ukraina – Rumenia, kemur at avgera, hvørt Føroyar koma til EM-endaspælið. Kappast verður í 8 bólkum, har nr. 1 og 2 koma víðari til EM-endaspælið, umframt 4 teir bestu 3´arnir. Síggj støðurnar her: Men’s EHF EURO 2024 – Standings | EHF (eurohandball.com)

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 12 (2)
Óli Mittún 7
Hákun West av Teigum 6 mál
Leivur Mortensen 4 mál
Teis Horn Rasmussen 2 mál
Tróndur Mikkelsen 2 mál

Málverjar:
Pauli Jacobsen 14/40 (35 %)

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 7-5 
15 min: 10-7 
20 min: 12-8
25 min: 14-11
30 min: 17-12
35 min: 19-13
40 min: 24-16
45 min: 26-19
50 min: 27-22
55 min: 30-23
60 min: 33-26

Støðan í bólkinum áðrenn síðsta umfar:
Eysturríki 10 stig 
Rumenia 4 stig
Føroyar 4 stig
Ukraina 2 stig

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni