Mikukvøldið kl. 19.00 stendur brakið

A-landsliðið hjá monnum gleðir seg til at síggja tykkum í Høllini á Hálsi til dystin móti Ukraina kl. 19.00 í annaðkvøld.

Dyrnar lata upp kl. 17.00 og verður víst til parkering í kringøkinum á Hálsi , við Gundadalshøllina, Dansfrøði, BankNordik, Bowlinghøllina og rennibreytina. Møguleiki verður fyri at fáa andlitsmáling og at keypa sær okkurt lætt.

Tað er útselt til dystin og heitir HSF á fólk um at møta í góðari tíð. Hevur tú ikki atgongumerki, kann dysturin annars síggjast í KVF, sum sendir frá kl. 18.15, eisini sigur FM1 frá dystinum. Uttanlands kann dysturin stroymast á ehftv.com við enskum frásøgufólki.

Koyr á Føroyar!

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni