Innkalling til eykaaðalfund

HSF kallar inn til eykaaðalfund smb. § 4 stk. 7 í viðtøkunum hjá HSF.

Eykaaðalfundurin verður hildin mikudagin 30. august kl. 19.00 í kantinuni í Høllini á Hálsi – hetta er áðrenn limafundin, sum er ásettur sama tíðspunkt.

Á skrá er eitt evni. Tað er val av dómsnevnd, sum ikki var avgreitt á aðalfundinum herfyri.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni