HSF og Smyril Line leingja samstarvið

Hondbóltssambandið og P/F Smyril Line hava gjørt nýggja sponsoravtalu og longt verandi samstarv fram til 2026. Tá hava partarnir fylgst og samstarvað í 10 ár.

Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í Starvsnevndini hjá HSF, hitti herfyri Henny á Líknargøtu, sølu- og marknarðarstjóra í Smyril Line, har tey undirskrivaðu nýggja sáttmálan.

– Tað er hugtakandi at síggja føroyskan hondbólt veruliga hava bitið seg fastan á ovastu altjóða rók, sigur Henny. Nú gleða vit okkum, at fara saman við 3.000 føroyingum til Berlin í januar at heppa á manslandsliðið í EM-endaspælinum. Sum stuðul fegnast vit um stóru undirtøkuna landsliðini hava, og vilja vit sjálvandi vera við at taka næstu stigini.

– At kappast á hægsta stigi setur eisini hægri krøv, ikki bara ítróttarlig, men eisini fyriskipanarlig, viðmerkir Jógvan Emil. At land, fólk og fyritøkur vilja standa saman um stóru tøkini, hevur alt at siga og er ein fortreyt fyri at hetta skal bera til. Í januar er okkara fyrsta EM-endaspæl hjá teimum vaksnu á skrá, og eitt ár seinni, í januar 2025, skal Føroya Arena standa liðug. Hetta eru stórhendingar og spennandi tíðir, og gleða vit okkum, saman við okkara stuðlum, til stórdystir bæði úti í verð og heima í Føroyum.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni