Óli og Silja heiðraði

U19 HM og U17 Championship kappingarnar eru av. Sum vanligt, so vóru All-Star lið kosin eftir kappingarnar og vóru tveir føroyingar heiðraðir.

Óli Mittún var kosin besta miðja í U19 HM-endaspælinum. Óli var eisini greiður toppskjútti í kappingini við heili 87 málum. Hetta eru 31 mál fleiri enn tann næsti í røðini. Óli hevði eisini langt flest málgevandi avleveringar, heili 70 í tali, 27 fleiri enn tann næsti í røðini.

Credit: Azerbaijan Handball Federation


Silja Geirsdóttir Eystberg var kosin besta miðja í EHF Championship kappingini í Baku í Aserbajan. Silja var føroysku toppskjútti í kappingini við 35 málum, sætt í samlaðu røðini.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni