U17-kvinnur: Ov stuttar til EM-plássið

Føroysku U17-kvinnurnar taptu 32-27 fyri Litava í dag og endaðu harvið nummar 4 í EHF Championship kappingini í Baku. Hálvleiksstøðan var 20-16 til Litava. Føroyar megnaðu harvið ikki at vinna sær pláss til U19 EM-endaspælið í 2025, tá bert trý tey ovastu liðini í hesari kappingini sleppa við.

Føroysku kvinnurnar tóktust tendraðar frá byrjan. Silja Eystberg hevði fleiri góð langskot og Gylta á Neystabø fleiri góðar bjarging í føroyska málinum. Liðini fylgdust fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men sníktu heldur nógvar villur og brend skot seg í føroyska spælið og Litava legði seg nøkur mál fram um. Litava skoraðu heili 20 mál í fyrra hálvleiki og vitnar hetta um, at verjan var størsti trupulleikin hjá Føroyum.

Føroyska verjan ernaðist tó í seinna hálvleiki og stóð væl betri saman við einari vælleikandi Mariu Beder í málinum. Føroyska liðið hálaði inn á Litava, og tá tað restaða 5 minuttir var bert eitt mál á muni. Føroyska liðið hevði møguleikar og vinna seg fram um, men vóru ov nógvar tekniskar villur og brend skot til at tað bar longur.

Eftir dystin var høgri vongurin hjá Føroyum, Joan Johannsen, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Joan var eisin toppskjútti við 6 málum.

Føroyar gjørdust við hesum ov stuttar til U19 EM-endaspælið í 2025 og skulu í staðin spæla Championship kapping lík hesari tær hava spælt í Baku. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin Litava – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 6-6
15 min. 9-8
20 min. 11-9
25 min. 15-11
30 min. 20-16
35 min. 21-18
40 min. 23-19
45 min. 25-21
50 min. 26-23
55 min. 28-27
60. min. 32-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Joan Johannesen 6
Silja Geirsdóttir Eystberg 6(1)
Rakul Borgarlíð Joensen 4
Katrin Hansen 2
Sára Hórðará 2
Karinbeth Kjærbæk 2
Marjun Jansdóttir 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Helena Magnusardóttir 1
Marta Højgaard 1
Sára Berg á Lag 1

Málverjar:
Maria Beder 40%
Gylta á Neystabø 23%

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

U15-menn: Ísland munin

7. juni 2026

Hóast Føroyar vóru omaná størsta partin av fyrra hálvleiki, so vóru tað íslendingar, sum eisini vunnu seinna vinardystin landanna millum á Eiði í dag. Úrslitið gjørdist 31-24, eftir at hálvleikstøðan var 15-12 til íslendingar.

U16-menn: Ísland stinnari

6. juni 2026

Eftir ein tættan fyrra hálvleik, har støðan var 15-14 til Ísland, vóru tað íslendingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki og vunnu U16-vinardystin 31-24.

Ein loysn frá Sendistovuni