U19-menn: Endaðu á 8. plássið

Føroysku U19-mennirnir vóru ov stuttir móti Noreg í dystinum um 7. plássið í HM-endaspælinum. Noreg vann dystin við trimum málum 38-35, eftir hálvleiksstøðuna 22-19, til Noreg.

Føroyar spældu uttan Rók Ziskason í dag, tí hann beklaði fótin í dystinum hósdagin. Rókur hevur vart væl í miðverjuni hesa kappingina og var tað saknur í honum í dag. Føroyska miðverjan hevði ilt við at trakka fram á norsku skjúttarnar, og var tað fyrst og fremst við langskotum, at norðmenn vóru omaná fyrstu løtuna. Føroyar fóru yvir til av verja 5-1, men stríddust okkara enn við verjuni. Hetta var eyðsýnt við, at Noreg fingu heili 22 mál í fyrra hálvleiki. Føroyska álopið koyrdi eisini væl og var Óli Mittún ráðandi við 8 málum áðrenn steðgin. Liðini fóru við 22-19 til Noreg til hálvleiks.

Føroyar byrjaðu seinna hálvleiki væl og 7 móti 6 spælið riggaði væl. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var bert eitt mál á muni, men byrjaðu okkara at vísa tekin um møði. Heldur nógvar villur og brendir málmøguleikar vóru næstu løtuna, og komu norðmenn nøkur mál fram um aftur seinastu 10 minuttirnar. Okkara royndu at hála innaftur, men var tað ov seint. Norðmenn vunnu dystin 38-35

HM-endaspælið er nú av og endaðu Føroyar við ósigrinum í dag á einum 8. plássi av 32 liðum. Hetta er at rokna sum eitt sera gott úrslit fyri Føroyar, sum við eitt sindur av hepni kundi verið enn betri, tá hugsa verður um tepru tapini fyri Egyptalandi og Portugal. Næsta summar er aftur EM-kapping á skránni hjá hesum árganginum. Tá er talan um U20 EM-endaspælið í Slovenia, sum verður leikt í juli mánaði.

Dystargongdin Noreg – Føroyar:
5 min. 4-2
10 min. 8-6
15 min. 11-8
20 min. 15-13
25 min. 18-16
30 min. 22-19
35 min. 25-22
40 min. 29-27
45 min. 32-31
50 min. 35-32
55 min. 37-33
60. min. 38-35

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 11(3)
Ísak Vedelsbøl 9
Niklas Gaard 5
Tóki Fríðriksson 3
Jákup Egholm 2
Trúgvi Hávardsson 2
Tróndur Johnsson 1
Búi Poulsen 1
Sofus í Selvindi Nattestad 1

Málverjar:
Leivur Joensen 35%
Aleksandar Lacok 6%

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni