U17-kvinnur: Slovenia ov sterkar

Føroysku U17-kvinnurnar taptu EHF Championship hálvfinaluna fyri Slovenia. Dysturin endaði 31-25, eftir hálvleiksstøðuna 15-11. Føroyar skulu nú spæla móti Litava um triðja pláss í kappingini.

Liðini fylgdust fyrru helvt av fyrra hálvleiki, tá støðan var 7-7. Tað vóru serliga bakkarnir Silja Geirsdóttir Eystberg og Fjóla Skaalum Vilhelm, sum saman við høgra vongi Rakul Borgarlíð Joensen, sum vóru eyðsýndar fyrstu løtuni. Eftir hetta steðgaði eitt sindur upp hjá Føroyum og vunnu Slovenia seg nú fram um við nøkrum málum. Liðini fóru til hálvleiks við 15-11 til Slovenia.

Tað vóru okkara, sum byrjaðu seinna hálvleik betri og minkaðu okkara um munin til 15-14. Tær slovensku ernaðist tó aftur og vunnu sær uppaftur eina 6 máls leiðslu til 22-16 og dysturin sýndist at gleppa fyri Føroyar. Okkara minkaðu aftur mum munin til 22-18, men nærri komu Føroyar ongantíð og vóru tað Slovenia, hildu leiðsluna og endaði dysturin 31-25.

Eftir dystin var Rakul Borgarlíð Joensen kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Rakul var eisini toppskjútti hjá Føroyum við

Føroyar skulu nú spæla móti Litava um triðja pláss í kappingini. Dysturin verður sunnudagin kl. 12.30. Ovastu trý liðini í kappingini vinna sær pláss í U19 EM-endaspælinum í 2025. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 8
Silja Geirsdóttir Eystberg 6
Marjun Jansdóttir 2
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Elida Joensen 2
Sára Berg á Lag 2
Agatha Djurhuus 1
Sára Hórðará 1
Joan Johannesen 1

Málverjar:
Gylta á Neystabø 19%
Maria Beder 26%

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni