U19-menn: Enn ein gýsari

Eydnan hevur ikki verið við føroysku U19-monnunum í gjár og í dag. Føroyska liðið tapti plaseringsdystin móti Portugal 41-40, eftir brotskastkapping. Vanligi dysturin endaði 35-35, eftir at hálvleiksstøðan var 19-17 til Føroyar. Føroyar skulu nú spæla um 7. pláss í HM-endaspælinum sunnudagin.

Bæði liðini sýndust tíma betri at leypa á, í mun til at verja og komu nógv mál í fyrra hálvleiki. Hetta er ikki óvanligt í dystum, har liðini júst hava tapt dystin um medaljurnar og skulu spæla um plaseringar. Spælið verður meira frítt og vágið við fleiri útskiftingum. Føroyska verjan stóð minni væl og fekk Sasha í føroyska málinum ikki fatur í tí stóra. Tað hjálpti ikki uppá føroysku verjustøðuna, at stinni miðverjin, Rókur Ziskason, mátti út við skaða eftir 11 minuttir. Leivur Joensen kom inn í føroyska málið og komu nú nakrar bjargingar. Í álopinum vóru Óli Mittún, Trúgvi Hávardsson og serliga Ísak Vedelsbøl eyðsýndir. Teir fyrr nevndu funnu væl hin seinna á strikuni og skeyt Ísak heili 7 mál uppá 7 royndir í fyrra hálvleiki. Liðini fylgdust so at siga allan fyrra hálvleik, men vóru tað okkara, sum líka vunnu seg tvey mál fram um, 19-17 beint fyri hálvleiki.

Portugal skifti málverja í hálvleikinum og høvdu okkara tað trupult við honum í seinna hálvleiki. Føroyska álopsspælið riggaði enn væl, men hevði nýggi portugisiski málverjin tríggjar bjargingar beinanvegin. Føroyar spældu 7 móti 6 og eydnaðist hetta væl við góðum bóltum inn til strikuna. Tað var serliga Óli Mittún, sum brillieraði ferð eftir ferð. Okkara vóru eisini frammanfyri 24-21 eftir 40 minuttir, men brendu okkara illa næstu løtuna og kom Portugal nú fram um. U19-menninirnir vístu tó knotur seinastu 10 minuttirnar og koma afturíaftur, og endaði vanligi dysturin við janvleiki 35-35. Farið varð beint til brotskøst fyri at avgera dystin og her tók Sasha Lacok tvey, men tíverri eydnaðist tað ikki hjá okkara at avgera dystin við tveimum match-bóltum. Bæði liðini skoraðu trý brotskøst av fimm í fyrst umfarið og varð síðani farið til at skjóta eitt tvey brotskøst á gangin. Her brendu Føroyar í triðja umgangi og dysturin endaði 41-40 til Portugal.

Føroyar skulu nú spæla um 7. plássið í HM-endaspælinum. Hesin dysturin verður sunnudagin kl. 11.30 móti taparanum av dystinum millum Týskland og Noreg. Dystirnir kunnu stroymast á youtube hjá IHF, sum eitur IHF Competitions.

Dystargongdin Portugal – Føroyar:
5 min. 3-4
10 min. 6-7
15 min. 10-9
20 min. 13-13
25 min. 16-16
30 min. 17-19
35 min. 20-22
40 min. 21-24
45 min. 28-26
50 min. 31-29
55 min. 32-31
60. min. 35-35

Eftir brotskastkapping 41-40

Málskjúttar hjá Føroyum (brotskastkapping ikki tald við):
Ísak Vedelsbøl 10
Óli Mittún 10 (3)
Búi Poulsen 4
Trúgvi Hávardsson 3
Rói Seyer Hjaltason 3
Óla Jákup Gaard Olsen 2
Niklas Gaard 2
Rókur Ziskason 1

Málverjar:
Leivur Joensen 28%
Aleksandar Lacok 12%

Kvinnurnar styrkismettar í triðju røð

14. mai 2025

Hósdagin 22. mai verður HM-lutakastið hjá kvinnulandsliðnum. IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í triðju røð.

Lutakastið til U19 European Open

14. mai 2025

Í morgin, hósdagin kl. 10.00, verður lutakastið til U19 European Open hjá monnum, sum verður leikt í Gøteborg í døgunum 30. juni til 4. juli. Føroyar eru styrkismettar í triðju røð.

Verkstova við Anju Greve

13. mai 2025

Mikudagin 11. juni verður aftur verkstova fyri fysioterapeutar við viðurkenda danska fysioterapeutinum Anja Greve. Anja hevur verið knýtt at danska hondbóltslandsliðnum hjá monnum í fleiri ár.

Ein loysn frá Sendistovuni