U19-menn: SO NÆR VIÐ!

Dagsins tap í HM-fjórðingsfinaluni svíður. Føroyar taptu 38-34 fyri Egyptalandi, eftir at dysturin endaði 31-31 eftir vanliga leiktíð. Hálvleiksstøðan var 13-13. Tapið svíður, tí okkara vóru frammanfyri 31-28, tá bert ein minuttur og 15 sekund restaðu, men vóru tíverri óneyvir og óhepnir seinasta minuttin og Egyptaland javnaði í seinasta sekundi.

Føroyska verjan stóð væl frá byrjan og megnaði væl at avvísa tunga egyptiska trýstið. Álopsspælið hinvegin, tóktiskt meira nervað og vóru fleiri villur og brend skot at byrja við. Hetta gjørdi, at tað vóru egyptar, sum vóru omaná størsta partin av hálvleikinum, hóast kenslan var, at okkara høvdu meira at koma við. Fleiri ferðir vóru okkara óhepnir, har bjargingar frá Sasha Lacok í málinum fullu retur til fríðar egyptar. Egyptar fóru at mansverja Óla Mittún um miðjan hálvleik, men hetta var loyst væl við at spæla 7 móti 6. Føroyska liðið kom væl aftur og javnaði Búi Poulsen flott beinleiðis uppá fríkast til hálvleiksstøðuna 13-13.

Liðini fylgdust eisini í seinna hálvleiki, men vóru tað fyri tað mest Føroyar, sum nú vóru undan. Seinni hálvleikur var málríkari í báðum endum, tí føroyska álopið koyrdi betri, men hevði verjan samstundis ilt við at fáa fatur á egyptiska trýstinum inn yvir miðjuna og á okkara vinstra bakki. Við fleiri stórbjargingum frá Sasha Lacok í føroyska málinum seinastu 15 minuttirnar, megnaðu okkara at vinna seg trý mál fram um, tá tað restaði lítil og eingin tíð. Trýstið var stórt frá egyptum seinastu minuttirnar, og komu teir heilt fram at verja. Okkara vóru frammanfyri við 31-29, tá tað bert restaði ein minuttur, men tíverri brendu okkara ein púra frían kjans og tveittu hareftir í ein bólt í hendurnar á einum egyptara í næsta álopinum, sum javnaði í seinasta sekundi til 31-31. Dysturin skuldi nú út í longda leiktíð við Føroyum í undirtali. Egyptar høvdu momentum, meðan okkara brendu okkara ov illa og so var dysturin avgjørdur við 38-34.

Hóast tapið, so var talan um eitt megnar avrik av okkara monnum, har smálutir gjørdu, at okkara ikki skulu spæla um HM-medaljur í vikuskiftinum. Føroyar skulu nú spæla leygardagin og sunnudagin um 5. til 8. pláss í kappingini. Føroyar møta fyrst taparanum av dystinum millum Danmark og Portugal.

Dystargongdin Føroyar – Egyptaland:
5 min. 2-0
10 min. 2-3
15 min. 6-6
20 min. 7-9
25 min. 9-11
30 min. 13-13
35 min. 16-15
40 min. 19-19
45 min. 23-23
50 min. 25-25
55 min. 28-27
60. min. 31-31
65. min. 32-34
70. min. 34-38

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 10 (3)
Ísak Vedelsbøl 6
Niklas Gaard 5
Trúgvi Hávardsson 4
Búi Poulsen 4
Rókur Ziskason 3
Jákup Egholm 1
Tróndur Johnsson 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 27%

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Gott útgangsstøði

14. mai 2026

Føroyar standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna røkk-støkk dystin um at koma til HM. Føroyar spældu ein taktiskan dyst móti Bosnia-Hersigovina, stýrdu leikferðini og vunnu dystin í verjuni. Pauli Jacobsen stóð ein rimmar dyst í málinum við 18 bjargingum og Føroyar vunnu 24-22, eftir 12-10 til okkara í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni