U17-kvinnur: Stórtap fyri Spania

Føroysku U17-kvinnurnar megnaðu ikki at gera nógv við sponsku kappingarfavorittarnar. Føroyar taptu greitt 38-18, eftir hálvleiksstøðuna 20-10 til Spania. Okkara eru, hóast tapið, víðari til hálvfinalurnar, sum nummar 2 í bólkinum.

Føroyska liðið sýntist at vísa stríðsanda frá byrjan og vóru væl við fyrstu løtuna. Verjuspælið var hampuligt og Gylta á Neystabø hevði fleiri bjargingar í føroyska málinum. Okkara vóru tó ikki nóg tolnar í álopinum at bíða eftir góða kjansinum. Okkara tordu væl at skjóta útifrá, men neyvleikin var misjavnur. Spania spældi við væl hægri leikferð og vístu tær eisini, hví tær eru ein av favorittunum til at vinna kappingina. Liðini fóru til hálvleiks við 20-10 til Spania.

Í seinna hálvleiki ráddi um at vísa góðan anda og stev hjá Føroyum. Okkara royndu seg við at spæla 7 móti 6 frá byrjan, men riggaði hetta minni væl. Innspølini til strikuna vóru ikki nóg neyv og okkara gjørdu ov nógvar tekniskar villur. Tað gingu yvir 10 minuttir áðrenn Føroyar fingu fyrsta málið í seinna hálvleiki og blivu tað bert til 8 tilsamans. Endaliga støðan gjørdist 38-17 til Spania.

Eftir dystin var strikuleikarin Marjun Jansdóttir kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum.

Føroyar skulu nú spæla hálvfinalu leygardagin kl. 16.00. Hendan verður móti vinnaranum av dystinum millum Slovenia og Litava, sum verður seinni í dag. Gularótin í kappingini er at gerast minst nummar trý, tí hetta gevur atgongumerki til U19 EM-endaspælið í 2025. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Spania:
5 min. 2-1
10 min. 2-6
15 min. 4-11
20 min. 4-16
25 min. 7-16
30 min. 10-20
35 min. 10-23
40 min. 10-25
45 min. 11-29
50 min. 13-33
55 min. 16-35
60. min. 18-38

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 5(4)
Silja Geirsdóttir Eystberg 5
Marjun Jansdóttir 3
Fjóla Skaalum Vilhelm 2
Agatha Djurhuus 1
Helena Magnusardóttir 1
Katrin Hansen 1

Málverjar:
Gylta á Neystabø 28%
Maria Beder 16%

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni