U17-kvinnur: Stríddu seg til javnleik

Talan var ikki um besta avrikið hjá føroysku U17-kvinnunum fyrrapartin, tá tær leiktu javnleik, 24-24, móti Luksemborg. Hálvleiksstøðan var 14-12 til Luksemborg. Javnleikurin kann tó blíva týdningarmikil fyri Føroyar í dystinum um at koma víðari úr bólkinum.

Føroysku kvinnurnar fingu eina vánaliga byrjan uppá dystin og vóru aftanfyri 6-2 eftir 10 minuttir. Okkara byrjaðu dystin við at verja meira frammaliga í 4-2 verju. Hetta hepnaðist ikki serliga væl og runnu Luksemborg ígjøgnum opnu verjuna. Í álopinum vóru stórir málmøguleikar brendir og skutu okkara málverjan veruliga heitan. Venjararnir Ingi Olsen og Agnar Joensen tóku taka time-out eftir 10 minuttir og ernaðist føroyska liðið nakað, men enn vóru ov nógvar villur og brendir málmøguleikar. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 14-12 til Luksemborg.

Føroyska liðið byrjaði betri í seinna hálvleiki og vunnu Føroyar seg skjótt uppá javnt. Liðini fylgdust so at siga restina av dystinum, men vóru tað okkara, sum runnu aftaná seinastu 10 minuttirnar. Føroyar høvdu allar møguleikar at vinna dystin seinastu minuttirnar, men var neyvleikin ikki til staðar. Ístaðin var tað Luksemborg, sum kundi avgerða alt í seinastu sekundunum, men tíbetur fór skotið uppum og dysturin endaði javnur. Talan var sum heild um lakasta dystin hjá Føroyum higartil í kappingini. Dysturin kendist sum ein long niðanbrekka, har einki riggaði. Venjararnir vóru leitandi í uppstillingini og loysnum, men kom rútma ongantíð í føroyska spælið.

Eftir dystin var Rakul Borgarlíð Joensen kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Rakul var eisini toppskjútti við 6 málum, harav trý vóru brotskøst.

Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, hósdagin kl. 8.15, føroyska tíð, móti sterkasta liðnum í bólkinum, Spania. Dysturin stroymast á ehftv.com. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com)

Dystargongdin Luksemborg – Føroyar:
5 min. 4-2
10 min. 6-2
15 min. 7-6
20 min. 9-7
25 min. 11-9
30 min. 14-12
35 min. 15-15
40 min. 17-18
45 min. 18-18
50 min. 20-20
55 min. 23-21
60. min. 24-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 6 (3)
Silja Geirsdóttir Eystberg 6
Agatha Djurhuus 4
Helena Magnusardóttir 2
Sára Berg á Lag 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Karinbeth Kjærbæk 1
Martha Højgaard 1
Joan Johannesen 1
Katrin Hansen 1

Málverjar:
Maria Beder 25%
Gylta á Neystabø 25%

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni