U19-menn: Í HM-fjórðingsfinaluni!

Tað var eitt sera hugsavnað føroyskt U19-landslið, sum vant burturúr Saudi Arabia í dag. Føroyar vunnu heili 41-23, eftir hálvleiksstøðuna 22-11. Við hesum eru Føroyar í U19 HM-fjórðingsfinaluni, sum verður leikt hósdagin.

Bæði liðini byrjaðu eitt sindur trilvandi og gjørdu tríggjar tekniskar villur í part fyrstu 5 minuttirnar. Kenslan var tó, at føroyska liðið hevði yvirtakið. Okkara komu fram um og øktu so líðandi um leiðsluna í leypi av hálvleikinum. Føroyska verjan stóð væl, og var tað týðuligt, at næsttoppskjúttin í kappingini á høgra vongi hjá Saudi Arabia ikki skuldi fáa nógv pláss. 15 ára gamli Jákup Egholm vardi hann væl og var Jákup eisini heilt einastandi í álopinum og gjørdi 8 mál uppá 8 royndir av vinstra vongi í fyrra hálvleiki. Góða verjan gjørdi eisini arbeiði lættari hjá føroyska málverjanum, Sasha Lacok, sum stóð væl við 38% í fyrra hálvleiki. Tað tóktist sum um, at Saudi Arabia hugsavnaði seg somikið um at verja fyri Óla Mittún, at teir heilt gloymdu hinar. Ferð eftir ferð stóð Ísak púra fríður á strikuni, Jákup Egholm á vonginum og tríggjar ferðir á rað spaseraði Rókur Ziskason ígjøgnum á høgra bakki. Okkara skoraðu væl uppá kjansirnir og var skoringsprosentið á heili 79. Liðini fóru til hálvleiks við heili 22-11 til Føroyar.

Okkara hildu áfram har teir sleptu í seinna hálvleiki, og eftir 40 minuttir stóð 30-13 og alt var væl og virðiliga avgjørt. Føroysku venjararnir nýttu høvið at fordeila orkuna í mun til komandi dystir, og nakrir leikarar, sum ikki hava spælt so nógv, sluppu at royna seg. Okkara spældu fyri tað mesta 7 móti 6 og riggði hetta væl í mun til at stýra leikferðini í dystinum og ikki skrúva hana ov nógv upp. Trúgvi Hávardsson, sum ikki spældi í gjár, spældi ein fínan dyst í føroyska álopinum, har stýrdi seinastu 20 minuttirnar við góðum mann móti mann spæli og hópin av fríspælingum. Eisini kom Leivur Joensen inn í føroyska málið og stóð hann sera væl við 47%.

Eftir dystin var Jákup Egholm kosin til best leikara í dystinum. Jákup spældi bert fyrra hálvleik, men var heilt framúr í bæði verju og álopi, har hann skeyt 8 mál uppá 8 royndir.

Føroyar eru nú í HM-fjórðingsfinalunum og sostatt í topp 8 í heiminum. Føroyski hópurin skal nú flyta úr strandarbýnum Opatija inn í landið til Varazdin, har endaspælið verður leikt. Føroyar spæla fjórðingsfinalu, antin móti Egyptalandi ella EM-vinnarunum frá í fjør, Spania, hósdagin, antin kl. 12.00 ella 13.30, hetta alt eftir hvør vinnur seinna dystin í bólkinum hjá Føroyum í dag. Vinnur Týskland móti Iran, so vinnur Føroyar bólkin og skulu spæla kl. 11.00. Vinnur Iran, so verða Føroyar nr. 2 og skulu spæla kl. 13.30. Dystirnir kunnu stroymast á youtube hjá IHF, sum eitur IHF Competitions.

Dystargongdin Saudi Arabia – Føroyar:
5 min. 2-3
10 min. 2-6
15 min. 5-10
20 min. 7-14
25 min. 10-18
30 min. 11-22
35 min. 12-25
40 min. 13-30
45 min. 16-30
50 min. 19-34
55 min. 21-38
60. min. 23-41

Málskjúttar hjá Føroyum:
Ísak Vedelsbøl 9
Jákup Egholm 8
Óli Mittún 4(1)
Trúgvi Hávardsson 4
Óla Jákup Gaard Olsen 4
Rókur Ziskason 3
Sofus í Selvindi Nattestad 3
Tóku Fríðriksson 2
Rói Seyer Hjaltason 2
Niklas Gaard 1
Høgni Højsted 1

Málverjar:
Aleksandar Lacok 38%
Leivur Joensen 47%

Sigrandi til Oslo

11. januar 2026

Føroysku menninir fara við einum góðum sigri í skjáttuni til EM í Oslo. Føroyar vunnu seinasta fyrireikingardystin, 38-34 móti Italia, eftir hálvleiksstøðuna 18-17 til Føroyar.

Ongin søla við dyrnar í dag!

11. januar 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Tepurt tap fyri Italia

9. januar 2026

Vinardysturin móti Italia var vinarkendur. Liðini tímdu betri álop enn verju og skiftu nógv út. Føroyar vóru betri fyrstu 40 minuttirnar, men mistu takið seinastu løtuna og taptu 36-34, eftir at Føroyar vóru á odda 19-17 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni