Við einum megnar liðavrikið, skakaðu føroysku U19-mennirnir hondbóltsrisan Týskland og vunnu 30-28, eftir hálvleiksstøðuna 12-10 til Føroyar. Føroyar eru sostatt enn við í dystinum um plássini í fjórðingsfinalunum.
Fá mál komu fyrstu løtuna. Bæði liðini vardu væl, men høvdu okkara verri við at fáa glið á álopsspælið.
Týska verjan stóð væl og skutu okkara samstundis týska málverjan veruliga heitan. Føroyar tóku time-out eftir 12 minuttir og fóru yvir til at spæla 7 móti 6. Hetta trýsti týsku verjuna longu aftur og gav meira ró yvir føroyska spælið. Tað kom betur glið á føroyska álopið og komu okkara til betri kjansir. Samstundis fór føroyska verjan veruliga at standa væl saman við einum stórspælandi Sasha Lacok í málinum, sum stóð við 47% í fyrra hálvleiki. Óli, Ísak og Jákup Egholm á vinstra vongi gjørdu um seg í álopinum og vunnu Føroyar seg nú fram um og fóru til hálvleiks frammanfyri 12-10.
Liðini fylgdist fyrru helvt av seinna hálvleiki. Týskararnir tóktust tó at troyttast um miðjan hálvleiki ímóti seru stinnu føroysku miðverjuni, har Ísak Vedelsbøl og Rókur Ziskason stóðu sum klettar. Tá so Sasha Lacok aftur fór at taka frá sær í føroyska málinum, var møguleikin har. Nógv lá á herðunum hjá Óla Mittún í føroyska álopsspælinum, men hann tóktisk ikki at nervast og koyrdi ótroyttiligur á týsku verjuna. Tað var hesa løtuna at dysturin koppaði til okkara og vunnu Føroyar seg fram um 26-20, tá 10 minuttir restaðu. Seinastu minuttirnir av dystinum vóru rokaligir. Týskarar tóku fyrst Óla Mittún úr spælinum og komu síðani heilt fram at verja. Dysturin gekk nú skjótt nú aftur og fram og vóru nógvar villur og útvísingar. Týskararnir minkaðu um munin, men megnaðu okkara at standa ímóti og vinna við tveimum, 30-28.
Eftir dystin var Ísak Vedelsbøl kosin til best leikara í dystinum. Ísak stóð sum ein klettur í miðverjuni í dag og skeyt eisini 6 mál. Talan var um eitt flott føroysk liðavrik, har fleiri kunnu dragast fram. Óli Mittún vísti stórspæl stórar partar av dystinum og fingu týskarar ongantíð fatur á føroyska hvirluvindinum, sum skeyt heili 13 mál og var tryggur í brotskøstunum. Føroysku vengurnir vóru kaldir, tá harðast stóð á. Jákup Egholm skoraði væl á vinstra vongi við 6 málum og spældi Niklas Gaard seg eisini veruliga upp á høgra vongi í leypi av dystinum. Hóast einki mál, so spældi Rókur Ziskason eisini ein týðandi leiklut í miðverjuni og føroysku bakketuni.
Meginumfarið er nú víðopið og skulu Føroyar møta Saudi Arabia í morgin kl. 16.00. Føroyar skulu vinna dystin fyri at hava møguleikan at koma í fjórðingsfinalurnar. Tað er ikki vist, at ein sigur er nokk, men kemur hetta ann uppá úrslitið millum Iran og Saudi Arabia í dag og dystin millum Týskland og Iran í morgin. Dystirnir kunnu stroymast á youtube hjá IHF, sum eitur IHF Competitions.
Dystargongdin Týskland – Føroyar:
5 min. 2-1
10 min. 4-2
15 min. 6-3
20 min. 6-5
25 min. 8-9
30 min. 10-12
35 min. 14-16
40 min. 18-19
45 min. 20-23
50 min. 20-26
55 min. 23-28
60. min. 28-30
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 13 (4)
Ísak Vedelsbøl 6
Jákup Egholm 6
Niklas Gaard 4
Búi Poulsen 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 36%